Sunnukvøldið og mánakvøldið komandi fara Monika Stauss Joensen á violin og Jóhannes Andreasen á flygul at hava tvær forvitnisligar konsertir.
Hin fyrra verður í Varpinum í Klaksvík, sunnukvøldið 22. februar klokkan 20, og hin seinna verður í Finsen í Havn, mánakvøldið 23. februar klokkan 20.
Monika og Jóhannes fara at framføra violinsonatu eftir Ludvig van Beethoven nr. 1 í D-dur og violinsonatu eftir César Franck.
Hetta eru tvær veruligar perlur í tí klassiska kamarmusikkrepertoirinum fyri violin og klaver.
Í mun til sonatur frá fyrr, er leikluturin av báðum instrumentunum eins týðandi, og eru tey eisini í hesum báðum perlunum í samsvarandi dialogi við hvønn annan.
Konsertirnar við Moniku Stauss Joensen og Jóhannesi Andreasen í Varpinum og Finsen vara í ein lítlan tíma og eru uttan steðg, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Leggjast kann aftrat, at tað eru Klaksvíkar kommuna og Konsertfelagið, sum stuðla tiltakinum.










