Nú er tað greitt, at Jákup B. Andreasen hevur brotið beinið. Tað boðar hann sjálvur frá á facebookvanganum hjá KÍ fjepparunum í kvøld.
At talan er um brot í beininum ber við sær, at Jákup B. Andreasen verður ikki at síggja á vøllinum nógvu tær næstu vikurnar. Tað kemur sera illa við hjá KÍ, sum er farið undir nýtt tak at koma fyri seg eftir vánaliga byrjan á kappingarárið.
Og tað rakar eisini meint landsliðið, har Jákup síðani í fjør hevur vunnið seg at vera fastan mann á sentrala miðvøllinum.
Spurningurin er nú, um Jákup fer at vera førur fyri at vera við, tá ið KÍ í summar fer at spæla í Champions League.
##med2##