Jákup hevur lokkað Alex í gaggurnar aftur

Betri deildin menn: Alex Mellemgaard verður aftur at síggja á vøllinum, men nú fyri B68

Mynd: (Álvur Haraldsen) Alex Mellemgaard (ytst til høgru) í dysti móti júst B68 fyrr í ár

B68 boðaði í gjár frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Alex Mellemgaard. Vinstri bakkurin valdi at leggja gaggurnar á hillina, eftir kappingarárið í fjør.

 

Nú hevur nýggi venjarin hjá B68, Jákup á Borg, lokkað fyrrverandi liðfelagin í B36, í gaggurnar aftur. Alex Mellemgaard hevur bæði spælt við Jákupi á Borg í B36, og verið spælari undir leiðslu av Jákupi á Borg í B36.

 

Alex Mellemgaard er argjamaðurin skifti sum ungur millum AB og B36. Hann fekk sítt gjøgnumbrot á Argjum, áðrenn hann í 2014 skifti til B36. Har spældi hann fram til endan av kappingarárinum í fjør.

 

Gaggurnar blivu síðani lagdar á hillina, tí hugurin var ikki til at spæla fótbólt, sum fer við nógvari tíð hjá einum familjumanni. Móti endanum av kappingarárinum í ár hevur Alex Mellemgaard verið á vøllinum í tveimum førum fyri besta liðið hjá B36, og í sjey førum fyri næstbesta liðið.

 

Á Toftum fyrireika tey seg til eitt nýtt kappingarár í bestu deildini. Jákup á Borg hevur gjørt nýggjan trý ára sáttmála. Flestu av útlendsku spælarunum hava stáamála fyri komandi ár, og fyrr í vikuni bleiv sáttmálin við Hjalta Strømsten longdur.

 

##med2##

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Alex Mellemgaard (ytst til høgru) í dysti móti júst B68 fyrr í ár