FÓTBÓLTUR: Jákup Mikkelsen er komin nógv nærri at endurvinna málmansplássið í Herfølge, eftir at Kai Larsen, sum hann kappast við, hevur gjørt nógv mistøk seinastu dystirnar. Hetta vikuskiftið spældi Herfølge móti FCK, og sambært donskum fjølmiðlum hevði Herfølge-málverjin skuldina av øllum trimum málunum hjá FCK.
Jákup Mikkelsen fekk ein snudd í mjødnina herfyri, men kann hann halda seg frían fyri skaðar komandi vikuna, er møguleiki fyri, at hann byrjar í málinum næstu ferð Herfølge spælir.
Hóast FCK umsíðir vann aftur, er Silkeborg framvegis oddaliðið í Superliguni, eftir at teir eisini vunnu sunnudagin.
Silkeborg spældi móti botnliðnum OB, og tað endaði við 3-1 sigri til oddaliðið. Støðan hjá OB, sum telist millum størstu feløgini í Danmark, er ikki góð í løtuni. Teir eru væl aftast, og hava bert fingið fýra stig í ár.
Undan dystinum sunnudagin gjørdi felagið sáttmála við Erik Bo Andersen, sum umsíðir slapp burtur frá Glasgow Rangers, har hann ikki er sloppin at spæla serliga nógv.
OB-venjarin Roald Poulsen hongur í klønum trái, og danska pressan er langt síðani farin at tosa um, at hann fer at fáa sekkin. Men hóast OB aftur tapti hetta vikuskiftið, fer nevndin í OB ikki at fundast fyrr enn fyrst í november mánaði, og hetta tulkar danska pressan sum, at Roald Poulsen fær ein kjans afturat.
Todi skal
verða jokari
Todi Jónsson spældi ikki um vikuskiftið, men leygardagin visti Jyllands-Posturin at siga, at Todi verður brúktur sum jokari, tá FCK skal bjarga sær lívinum í Europa-Cup. FCK tapti fyrra dystin móti Real Betis 2-0, og tá spanska liðið kemur í Parkina, skal Toda verða við á vøllinum. Læknin hjá FCK sigur við danska blaðið, at tað besta hjá Toda í løtuni er, at hann heldur seg í gongd, og at eingin vandi er fyri, at føroyski álopsspælarin aftur má undir skurð.
Århus Fremad, sum hevur ligið í botninum saman við OB, tók seg trý stig fram, tá teir vunnu dystin móti Lyngby, og teir eru nú komnir uppá liðuna á Herfølge. Brøndby vann aftur hesaferð, og teir eru nú bert eitt stig aftanfyri FCK. AB vann eisini sunnudagin, teir spældur ímóti Vejle. AGF vann dystin móti AaB.