Jákup vann harukappingina hjá Byrsumúla

Nú er árliga harukappingin hjá Veiðifelagnum Byrsumúla av.

 

"Harurnar" eru leirtallerkar, sum rulla við nógvari ferð eftir jørð. Kappingin kann lýsast sum ein blanding av sporting og veiðuskjóting.

 

Skotið var tvey innleiðandi umfør eftir 26 harum og dúgvum (48 stig samanlagt). Eftir hetta fóru seks teir bestu víðari til eitt finaluumfar. Finaluumfarið var av sama slagi, sum tey innleiðandi og byrjað var av nýggjum, t.v.s. at stigini frá innleiðandi umførinum ikki vóru tikin við.

 

Vinnari bleiv Jákup F. Mikkelsen úr Vestmanna Byrsufelag. Hann fekk 77 stig í innleiðandi umførunum, og 42 í finaluni.

 

Nr. 2 bleiv Sigurd Rasmussen úr Veiðifelagnum Byrsumúla. Hann fekk 67 stig í innleiðandi umførunum, og 40 í finaluni.

 

Nr. 3 bleiv Marius F. Joensen úr Sunda Byrsufelag. Hann fekk 76 stig í innleiðandi umførunum, og 36 í finaluni.

 

Sí øll úrslit á https://goo.gl/YG3Qf1. Fleiri myndir eru at síggja á facebooksíðuni hjá Veiðifelagnum Byrsumúla

 

Týrst á pílin á myndini fyri at síggja kykmynd frá kappingini.