5-MANNAFØR DREINGIR: Eftir at teir fýra ferðir hava verið næstfremst fyrr í summar, so eydnaðist tað í dag Jallinum at vinna í dag. Talan var um sera sannførandi sigur, ti Jallurin fór um málið meiri enn eina bátslongd frammanfyri næstu kappingarneytarnar.
Royndin Fríða, sum í endaspurtinum rættuliga fekk ferð á, endaði næstfremst, og harvið er lagt upp til sanna finalu á Ólavsøku, tí Jallurin og Royndin Fríða eru javnir í stigum - 32 stig.
Havfrúgvin var sera drúgv, og vestmenningar vóru frammanfyri Blik, sum annars er á triðja plássi í FM kappingini og framvegis hevur møguleika at vinna FM, men so skal alt venda rættan vegin hjá Bliki og alt kiksa hjá Jallinum og Royndini Fríðu.
1 Jallurin 05:33.10
2 Royndin Fríða 05:35.17
3 Havfrúgvin 05:37.01
4 Blikur 05:38.20
5 Drekin 05:38.24
6 Teistin 05:41.08
7 Erla Kongsdóttir 05:48.05
8 Firvaldur 05:48.17
9 Frúgvin 05:50.20
10 Svanur 05:52.13
11 Pílur 05:54.20
12 Sandingur 05:55.22
13 Sílið 05:56.20
14 Tjógvin 05:59.08
Støðan
Jallurin 32
2 Royndin Fríða 32
3 Blikur 29
4 Drekin 23
5 Havfrúgvin 19
6 Sílið 12
7 Erla Kongsdóttir 11
8 Frúgvin 5
9 Teistin 4
10 Pílur 1