James Murdoch, sonur fjølmiðlakongin Rupert Murdoch, legði í dag frá sær sum nevndarformaður í sjónvarpsfelagnum BSkyB, sum Rupert Murdoch eigur 39 prosent av.
Í einari fráboðan sigur James Murdoch, at hann hevur gjørt av at siga formanssessin í BSkyB frá sær, fyri at felagið ikki skal líða undir tí nógva orðaskiftinum um News International.
James Murdoch hevur havt ábyrgdina av News International, sum eigur tey bretsku bløðini hjá hjá felagnum, og sum hevur verið fyri hvøssum atfinningum, síðani tað kom fram, at eitt av bløðunum, News of The World, avlurtaði telefonina hjá fólki.