Jan Allan er seldur til Svendborg

Fótbóltur: Úrtøkan hjá føroyingunum í superliguni var soltin hesa ferð

Tað gekk eink,i serligt hjá teimum báðu føroyingunum í superliguni hetta vikuskiftið.

Todi Jónsson spældi allar 90 minuttirnar, tá botnliðið Fremad úr Aarhus vitjaði í Parkini, Kim Brink var ikki blíður eftir 2-2 javnleikin, og áskoðararnir eru farnir at troyttast av, at teirra lið stendur seg so illa móti botnliðum. Ímóti B93 og Aarhus Fremad hevur FCK síðani summarsteðgin mist fýra stig.

Jákup Mikkelsen og Herfølge høvdu eina nógv truplari uppgávu enn FCK. Teir vóru í Gladsaxe Idrætspark og spældu móti AB, sum í løtuni er besta liðið í Keypmannahavn. AB vann 1-0, og hetta var fyrsta ferðin í landskappingini, sum teir í Danmark fóru undir í august og sum verður liðug í juni komandi ár, at Herfølge tapti.


Jan Allan út í ljósið

Positivu tíðindini úr Danmark hetta vikuskiftið vóru, at Jan Allan Müller nú fer at sleppa burtur úr fótbóltsmyrkrinum, sum hann hevur verið í teir nógvu seinastu mánaðirnar.

Svendborg er í botninum í næstbestu deildini, men fyri ein fótbóltsspælara, sum ynskir at vera við, har tað gongur fyri seg, og sum so ofta hevur víst seg at hava máltev, man tað kennast sum ein lætti at sleppa at royna seg í 1. deild, eftir at hann hevur verið á danmarksseriuliðnum hjá Esbjerg í nógvar mánaðir.

Sáttmálin millum Svendborg og Jan Allan Müller er galdandi frá ársskiftinum av, og inntil tá má Jan Allan Müller finna seg í, at hann skal venja undir Viggo Jensen, sum hann heldur lítið um, og tær næstu vikurnar má Jan Allan spæla við í danmarksseriuni, um venjarin vil brúka hann har.

Tað hevur ljóðað, at Jan Allan var á veg til eitt superligu felag ? helst var tað Aarhus Fremad ? men nú er sáttmáli gjørdur við Svendborg, sum hevur brúk fyri einum manni, ið kann gera mál. Ta avbjóðingina vil Jan Allan fegin taka á seg, heldur enn at gera sáttmála við Aarhus Fremad og kanska sita nógv á beinkinum.