Leygardagin skipaði Roysnið fyri fyrstu TF Vetrarkappingini 2015/16. Fleiri enn 100 rennarar vóru við í kappingini í dag, og tað er aldrin hent fyrr. Hetta hóast verðurlíkindini ikki vóru tey bestu, skrivar fif.fo.
Jan Elmar skjótastur hjá monnunum
Í kappingini hjá monnum vóru fleiri um boðið, men tá samanumkom, tá var tað Jan Elmar Sørensen, sum kom á mál fyrst. Hann kom á mál við tíðini 37 minuttir og sjey sekund. Átta sekund frammanfyri nummar tvey.
Heimasíðan hjá frælsum ítrótti í Føroyum skrivar, at tað var ein topptrimmaður Jan Elmar Sørensen úr Treysti, sum í harðari kapping við Eirik Hansen vann kappingina. Tað kom eitt sindur óvart á, at Jan Elmar skuldi strúka avstað við sigrinum.
Umframt Jan Elmar, so vísti Eirikur Hansen eisini bæði stórform og góðan vinnaravilja, men mátti tó yvirgeva seg tá einir 200 metrar vóru eftir. Á triðja plássi kom Julian Gregersen, sum fleiri metti hevði ein møguleika at vinna. Síðani komu kend ítróttarnøvn sum Sam Vang og Gudmundur Joensen.
Umframt teir, so komu Martin Gravesen og Henry Olsen eisini á mál upp á undir 40 minuttir.
Rigmor í einum flokki fyri seg
Kvinnukappingin gjørdist ikki so spennandi. Til tað var Rigmor N. Arge alt ov sterk, skrivar fif.fo. Hon vann ein greiðan sigur framman fyri Durutu R. á Lofti, sum heldur ikki fekk stórvegis kapping um silvurið. Rigmor N. Arge kom á mál við tíðini 44 minuttir og 48 sekund, meðan Duruta R. Á Lofti kom á mál við tíðini 46 minuttir og eitt sekund.
Størsti spenningurin var um bronsuna, har teir báðir Bragdarfelagarnir, Krista Nielsen og Ann Thomsen, vóru í tøttum dysti. Tað var tó at enda Krista Nielsen, sum kundi lata seg heiðra á triðjapalli.