Jan Müller 75 ár

Fremsti føroyski tíðindamaðurin innan olju og orku fyllir í dag 75 ár

Í dag hósdagin 2. apríl, skírisdag, fyllir Jan Müll­er 75 ár. Hann hevur í meiri enn hálva øld verið partur av føroyska fjølmiðlaheiminum, og frá 1978 og í meiri enn 30 ár var hann oddamaður á Sosialinum og seinni í Miðlahúsinum, sum eisini rak Portalin og útvarpsstøðina Rás2.

 

Hóast hann í dag fyllir 75 ár, so er Jan framvegis virkin fjølmiðlamaður. Nógvu tey seinastu árini hevur tað verið og er tað oljan og orka í breiðum høpi, sum hann fylgir sera væl við í, og tá ið hann á orkan.fo skrivar um rák og møguleikar á altjóða pallinum og eisini í heimligum høpi, so er tað maðurin við best innlit av øllum í Føroyum, sum kunnar og perspektivar.

Barnaheimið var á Landa­vegnum, og tíðindi og miðlar og tað at leggja til rættis og at skipa fyri vóru heilt tíðliga eyðkendir eginleikar.

Jan er havnarmaður. Mamm­an var Mia fødd Han­sen og av Funn­ings­stovu­­slag­num, og pápin var Eid­en Müll­er, sum mundi vera ein av fyrstu før­oy­ing­un­um við jour­nalist­út­búgving. Hann lærdi á Politik­en og arbeiddi í mong ár á Dimma­lætting, áðrenn hann fór at arbeiða fyri seg sjálvan og skrivaði fyri fleiri útlendsk bløð og tíðindastovur.

Mamma Eiden, Ebba, var úr Slagelse. Zahle, sum var framstandandi radi­kal­­ur politikari og for­sæt­is­­­málaráðharri, var pápa­beiggi hennara. Ebba var gift H. C. Müller, sum var út­­búgvin juristur og vinnu­lívs­maður í Havn. Hann doyði blaðungur, og Ebba rak síðani virksemið, eitt nú sum DFDS umboð og eitt skifti sum formaður í Reiðarafelagnum.

Mia og Eiden fingu tríggj­ar synir: Frank, Jan og Michael sum allir búgva í høv­uðsstaðnum.

Áhugin fyri samfelags­við­ur­skiftum í breiðum týdn­ingi var góður íblástur hjá Jan til journalistikkin. Útbúgvingarliga gjørdi hann ein umveg, sum helst hevur verið hentur í lívsstarvinum. Eftir málsligt studentsprógv í Hoydølum fór Jan í 1971 niður til Keypmannahavnar, har hann fór undir lest­ur í fornaldarfrøði og sam­fe­­lagsfrøði. Steðgurin var kor­­tini ikki langur, og í 1972 var hann millum teirra, sum fóru undir spildurnýggja støðis­útbúgving í náttúruvísind á Fróðskaparsetrinum.

Tíðliga í tíðini skriv­aði Jan um ítrótt og ung­dóms­viður­skifti í Dagblaðnum, og tað sigst, at tað varð heitt á hann um har at taka størri ábyrgd á seg. Jan vildi tó fegin útbúgva seg meiri. Hann fór á journalistskúlan í Århus í 1974, og tá ið hann leyk prógv fýra ár seinni, hevði hann verið í praktikk í eitt hálvt ár í útvarpinum og í eitt ár á Sosialinum.

Fyrstu av mongu árunum á Sosialinum arbeiddi Jan saman við Torfinni Smith, sála, síðani saman við Kristjani Dahl, sála, og so komu fleiri yngri uppí og vóru við at bera víðari.

Fyrstu árini var tað í trongum umstøðum í Sjúrð­ar­gøtu. At flyta út á Argir mundi kennast sum risa betring av karmunum, og tá ið Sosialurin so flutti heim í Vágsbotn, segði Jan seg kenna møguleikarnar at vera margfaldar, og hann stóð á odda í fleiri ný­skapanum .

Spurningurin hjá floks­politisku bløðunum var meiri nær, enn um lykilin skuldi snarast um. Meðan hini bløð­ini fóru, so eydnaðist tað Jan og feløgum hansara at menna Sosialin. Pressa varð sett í kjallaran á Argjum, út­gávurnar fjølgaðust frá tveimum til tríggjar og síðani fimm ferðir um vikuna, og tað eydnaðist eisini at gera gamla dreymin til veruleika um at keypa blaðið frá Javn­aðarflokkinum.

Samstundis sum karm­ar­nir vórðu víðkaðir og rúmkaðir, so megnaði Jan við sínum stóra hugflogi og arbeiðssemi at stríðast fyri journalistkum dreymum og málum:

Sosialurin og Jan settu tíðliga pro­fessionellan fotograf, hann so at siga uppfann Óla Peter­sen sum blaðteknara síðst í áttatiárunum, og teir á Argjum mundu vera millum teir fyrstu í kongaríkinum at bjóða internettænastur. At gera blaðið sjónligt strídd­ist Jan fyri við fyrst at seta redaktiónir kring landið, síðani við rullandi redak­tiónini og so komu Portalurin og Rás2.

Tað var oftast solt­ið við útbúnum journalistum. Tí var neyðugt við ungum og hugagóðum fólk­um. Jan gav nógvum ungum spírum kjans at royna seg, og tey eru nógv, sum minnast aftur á læruríkt tíðarskeið saman við Jan Müller.

Tað var tiltikið at vera á redak­t­iónsfundi saman við Jan. Hugskotini og vinkl­­ar­nir vóru sum mjølið í krukkuni á sinni. At net­verkið hjá fryntliga og eld­hug­aða Müll­er­anum var so ógvu­liga stórt og víðfevnt kom væl við í redak­tør­arbeið­num.

 

Í sínum langa lívi sum journalistur hevur Jan havt serlig evni at lofta og útgreina tað, sum var frammi í tíðini, og sum tað kundu vera møguleikar í. Ser­liga var hann hug­tikin av og skrivaði um teir, sum hava roynt okkurt alternativt: svartkjafturin og Jens Eli Ellefsen og Mort­­an Johannesen, aling av síl­um og laksi og Andrias Rein­ert, aling av gággum og kræklingi hjá Knút Nolsøe, vatnorkuútbyggingin hjá SEV og møguligar um­hvørvisligar avleiðingar, John Smith og burð­ar­dygg fiski­vinna, kald­baks­bátarnir og royndirnar hjá Guttormi Djurhuus í India, ferða­frásøgnir úr Egypta­landi saman við Hermani Jacob­sen og kolaferðin til Svalbard saman við Tormóti Dahl vóru dømi um hetta.

Nógvu tey seinastu árini hevur oljan og orkan verið á dagsskránni, og seinastu meiri enn 15 árini hevur Jan kunnað á heimasíðuni oljan.fo og nú orkan.fo. Har ber mest sum hvønn dag til at lesa nýggj tíðindi, og tað er ikki eiti á olju og orkusambondum, sum Jan hevur kring all­an knøttin. Hann hevur ferðast víða og eitt nú lýst olju­vinnuna í Alaska, og fleiri ferðir hevur hann vitjað á boripallum. Nógv av hesum var í 2014 savnað í bókini OLJAN, sum Jan legði til rættis saman við Tróndi Djurhuus. Har ber millum annað til at lesa um yvirtøkuna av ráevnum í undirgrundini, marknaðarsamráðingarnar við Bretland og árinið á samfelagið og mentanina.

 

Hóast hann nú er 75 ár, so er Jan framvegis fremsti føroyski journalistur í olju og orku. Hann er stjóri í Føroya Orkuídnaðarbólki ella FOÍB, og hann hevur framvegis sum eingin annar fingurin á pulsinum. Tað er Jan, sum í teksti, myndum og kortum kunnar um tað, sum gongur fyri seg í grannalondum okkara, og hvussu tætt at føroyska markinum tað verður arbeitt, og tað er Jan, sum kunnar um, hvørjar avleiðingarnar kunnu vera heima á landið, tá ið spenningur í heimspolitikkinum rakar orku og olju. Hetta er vitan, sum hann støðugt fær frá góðu sambondunum, sum hann hevur uttanlands og við at fylgja við í miðlum kring allan heimin, og hann syrgir fyri at fáa relevantar persónar at koma til Føroya at tosa um møguleikar, og hann møtir upp á ráðstevnum í Bretlandi og Norra og aðra staðni kring heimin.

Jan er giftur Tove Thom­­sen úr Klaksvík. Hon er rólig, tolin og góður sparr­­ings­­partnari. Børn teirra eru Durita og Eyðun og John, sum Tove átti framm­­an­­undan, og nú eru fleiri løgst aftrat í næstu ættarliðunum.

 

Góði Jan. Hjartaliga til lukku við 75 ára føðingardegnum og takk fyri vinalag og samstarv í nógv ár.

 

Jóannes Hansen