Januar: Frá forvitni til islam

Abbi hansara var deknur á Húsum. Omma hansara plagdi at lesa bíblusøgur fyri honum. Og hann gekk javnan í kirkju. Men nú er tann kristni Jens Hendrik Djurhuus blivin til muslimin Omar Djurhuus. Les søguna hjá honum her

Í 1994 flutti Jens Hendrik Djurhuus til Danmarkar við familjuni. Kreppan fekk nógv húski at pakka saman, og familjan Djurhuus var millum teirra, sum stungu í sekkin og fluttu av landinum.

Tey kendu ongan, tá tey komu niður, og tí mátti tann tá 13 ára gamli Jens Hendrik finna sær ein nýggjan vinarskara.

- Eftir at hava búð í Danmark í umleið eitt ár, kom eg at kenna ein drong, sum var muslimur. Eg var heima hjá teimum, og eg var rættiliga yvirraskaður av tí, eg upplivdi har.

- Har vóru myndir av Mekka á vegginum, og mamman lá á einum teppi og bað. Eg var ungur og forvitin, og eg byrjaði at spyrja tey um, hvat hetta var fyri nakað. Tey svaraðu mínum spurningum, og soleiðis byrjaði eg at fáa áhuga fyri islam.


Islam var rætta trúgvin

Omar, sum Jens Hendrik nú kallar seg, greiðir frá, at religiónin altíð hevur verið ein partur av honum.

- Abbi mín á Húsum var deknur, og tá eg var har og ferðaðist, læs omma bíbilsøgur fyri mær, og eg var við abba í kirkju. So hetta við trúgv og religiøsum søgum var ikki fjart fyri mær, greiðir hann frá.

Í fyrstuni lá ikki meiri í tí enn reint forvitni. Men sum hann gjørdist eldri, fór hann at lesa meiri um Islam.

- Eg studeraði tað væl og setti meg inn í tingini. Eg fór at samanbera Bíbliuna og Koranina, eg læs eina rúgvu av bókmentum um evnið, og eg granskaði søguna.

Eftir at hava sett seg væl inn í tingini og lisið stakkavís av bókum, kom Jens Hendrik til ta niðurstøðu, at Islam var rætta trúgvin fyri hann.

Tað var ringt fyri tey, hann kendi, tá hann brádliga segði teimum, at hann nú var vorðin muslimur.

- Serliga fyri familjuna, sum einki ánaði um mín vaksandi áhuga fyri religiónini, var tað torført. Tey vóru øgiliga yvirraskað og reageraðu rættiliga harðliga, tí tey vistu einki um mín áhuga.

- Eg haldi, at tað, sum eisini gjørdi tað so ringt, var, at tey einki kendu til islam. Tað, sum fólk vita, stavar í stóran mun úr donsku miðlunum, og tað er ikki tann vakrasta myndin, ið verður málað har.


Fordómar

Tað kemur meiri enn so fyri, at Omar merkir fordómarnar móti Islam.

- Tá eg hitti nýggj fólk, kunnu vit gott fella í gott prát, men tá tey spyrja meg, hvussu eg eiti, og eg so svari, at eg eiti Omar, so taka tey seg eitt sindur aftur.

- Summi spyrja, um eg eri muslimur ella hvat, og tá eg svari ja, so er tað ofta týðiligt, at myndin, tey hava av mær, broytist.

Omar heldur, at islam verður sett í samband við myrka húð og brún eygu, og danir hava ótrúliga ilt við, at fólk, sum eru ljós í húðini og hava ljós eygu, siga seg vera muslimar.


***


Skúma róman

Snorri Fjallsbak, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum gløddi við, tá ið hann sá seinastu rokningina frá semingsmonnunum Terja Sigurðsson og Hákuni Steingrimsson. Rokningin var fyri semingina millum Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið øðrumegin og tey fimm stóru fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum hinumegin. Rokningin frá hvørjum teirra var 109.125 krónur til arbeiðsgevarasíðuna, samanlagt 218.250 krónur. Rokningin til feløgini var líka stór. Tað vil aftur siga, at semingsmenninir báðir fingu 436.500 krónur. Terji Sigurðsson, semingsmaður vil ikki gera nakra viðmerking til upphæddirnar á rokningunum og til tímalønina. Tað viðkemur ikki øðrum enn pørtunum, sum samráðast, sigur hann. 



Føroyar ósjónligar í Danmark

Politiski viðmerkjarin Hans Engell heldur, at Føroyar eru blivnar meira og meira ósjónligar í donskum politikki.

- Tað er løgið, at Føroyar hava so lítlan áhuga í donskum politikki, tá sjálvur forsætisráðharrin hevur føroyska konu og kennir Føroyar betur enn nakar av undanmonnunum.

- Eg møtti einum ráðharra nú ein dagin, sum ikki ein gong visti, hvussu løgmaður í Føroyum eitur, sigur Hans Engell. 



TF Holding keypti Eik

TF Holding hevur keypt meirilutan av kollsiglda Eik Banka. Fyribils avtala er undirskrivað, og sambært henni skal TF Holding yvirtaka Eik Banka 1. februar. Keypsprísurin er 450 milliónir krónur umframt hundrað milliónur krónur um bankin fer at geva eitt serliga gott úrslit. TF Holding keypir í fyrsta lagi 70% av bankanum við forkeypsrætti til eftirverandi 30%.



Jørgen gevst

Fólkaflokkurin ger eina innanhýsis rokering, sum hevur við sær at Jørgen Niclasen gevst sum landsstýrismaður í uttanríkismálum. Sambært Jørgeni Niclasen passar tað illa saman at verða formaður í Fólkaflokkinum og samstundis ferðast nógv sum landsstýrismaður í uttanríkismálum.

- Hetta vil eg fegin bøta um nú, og næstu tíðina vil eg brúka upp á at umleggja leiðsluuppgávurnar, so tað verður lættari at leiða flokkin – eisini um eg einaferð skuldi farið aftur í landsstýrið, sigur Jørgen Niclasen. 



***


Tað tænir ongum endamáli at vera forelskað í valdinum. Eingin kann siga, um eg havi sama vald í morgin. Eg veit, at eg skal geva valdið víðari einaferð.

Annika Olsen, landsstýriskvinna 



Tað er ein misskiljing, at fittleiki, tøgn og undirlegni byggja land, og føroyingar eiga at gera upp við ta primitivu partapolitisku fjepparamentanina

Uni Arge, journalistur