Faroe Petroleum hevur undirskrivað handilsavtalu við japanska oljufelagið Idemitsu, ið fær part í loyvispørtunum hjá Faroe Petroleum í fýra leitiloyvum á Atlantsmótinum Faroe Petroleum, ið arbeiðir við verkætlanum innan oljuvinnuna og við serligum atliti at leiting, meting, menning og framleiðslu av olju og gassi á Atlantsmótinum, Norðsjónum og í Noregi, boðar frá, at tann fyrsta handilsavtalan um leitiloyvi á Atlantsmótinum nú er undirskrivað.
Avtalan, ið fevnir um fýra týdningarmiklar brunnar á Atlantsmótinum, er gjørd við japanska oljufelagið Idemitsu E&P UK, Limited, sum er eitt dótturfelag hjá Idemitsu Kosan Co. Ltd., eitt av leiðandi feløgunum innan orku og kemiskan ídnað, har olja verður nýtt sum rávøra.
Avtalan er í tráð við strategiina hjá Faroe Petroleum um at handla við leitiloyvum á ein slíkan hátt, at meginparturin av borikostnaðinum verður goldin av tí felag, sum fær lut í leitiloyvum, tó soleiðis, at Faroe Petroleum framhaldandi hevur ein týðandi part av loyvinum.
Handilsavtalan við Idemitsu fevnir um 4 bretsk leitiloyvi, ið liggja vestanfyri Hetland. Trý av loyvunum eru á tí lovandi Corona Rygginum, beint eystanfyri føroyska markið, og um somu leið har Chevron samtakið hevur funnið olju í Rosebank/Lochnagar fundinum og har Amerada Hess hevur funnið olju í Cambofundinum.
Loyvini, Idemitsu fær lut í, eru:
Tornado, har OMV er fyristøðufelag. Hini feløgini í loyvinum eru Dana Petroleum, og eftir handilsavtaluna hevur Faroe Petroleum 10% og Idemitsu 10%
Cardhu, har Shell er fyristøðufelag. Hini feløgini í loyvinum eru BP og Chevron, og eftir handilsavtaluna hevur Faroe Petroleum 5% og Idemitsu 5%
Lagavulin, har Chevron er fyristøðufelag. Hini feløgini í loyvinum eru OMV, og eftir handilsavtaluna hevur Faroe Petroleum 10% og Idemitsu 10%
Talisker, har Chevron er fyristøðufelag. Eftir handilsavtaluna hevur Faroe Petroleum 12,5% og Idemitsu 12,5%
Avtalan hevur við sær, at Idemitsu skal gjalda ein stóran part av tí kostnaði, sum er eftir av verkætlanunum á omanfyrinevndu loyvum. Við hesum verður kostnaðurin hjá Faroe Petroleum munandi lægri.
Um so er, at borað verður á teimum einstøku leitiloyvunum, skal Idemitsu eisini gjalda ein stóran part av borikostnaðinum hjá Faroe Petroleum.
Avtalan er tann fyrsta hjá Idemitsu í teirra ætlan um at virka á bretskum øki.
Stórt felag
Idemitsu varð sett á stovn í 1911, og virksemi hjá felagnum fevnir um allar greinar innan oljuvinnu, rakstur av kolanámum og kemiskum ídnaði, har olja verður nýtt sum rávøra. Í 2006 hevði felagið 4500 fólk í starvi, umsetti fyri 145 mia. kr. og hevði eitt yvirskot uppá 2 mia. kr. Marknaðarvirðið á felagnum er umleið 21 mia. kr. Felagið hevur leitivirksemi eftir olju í Noregi og Suðureystur Asia.
Avtalan er treytað av, at partnararnir í teimum ymsu loyvunum og bretsku mynduleikarnir (DTI) góðkenna avtaluna.
Henda avtalan er eitt týðandi stig á leiðini hjá Faroe Petroleum á Atlantsmótinum, har ætlanin er at gera líknandi avtalur við oljufeløg um, at tey kunnu fáa part í leitiloyvum hjá Faroe Petroleum ímóti at gjalda týðandi part av møguligum borikostnaði, tó soleiðis at Faroe Petroleum altíð hevur ein týðandi part av loyvunum eftir - men bert ein lítlan part av kostnaðinum sigur felagið.
Faroe Petroleum hevur 13 leitiloyvi á Atlansmótinum.
Stóran týdning fyri økið
Tað er greitt, at tess fleiri altjóða oljufeløg koma uppí leitingina eftir olju og gassi á leiðunum vestan fyri Hetland, tvs. á Atlantsmótinum, tess størri møguleiki er fyri at menna alt økið, sum liggur millum Hetland og Føroyar. Hetta kann tí fáa stóran týdning fyri leitingina sum heild. Sum nevnt eru áhugin ikki minst knýttur at Corona rygginum, sum liggur upp at føroyska markinum og í onkrum føri gongur inn á føroyskt øki. Talan er m.a. um leitiloyvið 005, sum ENI og Føroya Kolvetni standa fyri. Feløgini hava bundið seg til at bora brunn í Anne Marie prospektinum næstu tvey árini. Og tað er greitt, at fer Føroya Kolvetni (Faroe Petroleum) at halda fram við sínum handilspolitikki, sum er at selja part av av sínum loyvum, so er ikki óhugsandi, at onnur oljufeløg fara at keypa part av partinum hjá Faroe Petroleum í 005 loyvinum á føroyskum øki eisini. Tað ljóðar, at fleiri feløg eru sinnað at farma inn í hetta loyvi, sum eisini sigst vera lovandi. Tað er greitt, at við at fáa eitt nú japonsk peningasterk feløg og onnur við upp í leitingina á Atlantsmótinum, tvs. bæði vestan fyri Hetland og á føroyska landgrunninum, so hevur Faroe Petroleum á henda hátt eisini birt uppundir áhugan fyri økinum øllum, nakað, sum eisini leitingin við Føroyar kann fáa gagn av.