Jarðskjálvtin í Kina kravt 10.000 mannalív

Kinesisku fjølmiðlarnir siga nú, at jarðskjálvtin í gjár hevur kravt minst 10.000 mannalív Skjálvtin, sum var 7,8 á Richter-stigamnum, gjørdi serliga stóran skaða í Sichuan-landspartinum. Myndugleikarnir siga, at har eru umleið 80 prosent av øllum skúlum, sjúkrahúsum, verksmiðjum og øðrum stórum bygningum rapaðir.

-Støðan er verri, enn vit hildu, og tí er neyðugt at senda fleiri fólk at hjálpa, sigur Web Jiabao, forsætisráðharri, við almennu tíðindastovuna Xinhua.

Tíðindastovan skrivar, at ei9n kemisk verksmiðja er oyðiløgd, og at eiturevni rennur úr tangunum.