Tá Johan Dahl valdi ikki at stilla uppaftur til løgtingsvalið í 2015 var tað tí, at hann ætlaði sær at gevast í politikki. Tá hevði hann verið í politikki í 13 ár og valdi at gevast. Hann hevði tá bæði verið løgtingsmaður og landsstýrismaður.
– Men av onkrari orsøk valdi eg at stilla uppaftur í 2019. Tað var mest fyri stuðla flokkinum, og hevði als ikki roknað við at verið afturvaldur, tá eg nú var farin úr poltikki fýra ár frammanundan, sigur Johan Dahl.
– Men hetta verður seinasta skeiðið hjá mær. Tað er heilt sikkurt, segði hann stutt eftir at samgonguskjalið varð undirskrivað í morgun.
Avtalað er millum samgonguflokkarnar, at Johan Dahl verður valdur til løgtingsformann á tingfundinum mánadagin.
Tað var líkasum í andanum á nýggju stýrisskipanini, at løgtingsformansstarvið er eitt slag av farvæl-sessi hjá royndum politikara, og soleiðis verður í hesum føri.
Johan Dahl er 66 ára gamal, og situr samgongan skeiðið út, so verður hann 70 ár, tá løgtingsval verður aftur. Tá verður síðsta uppgáva hansara eftir tað løgtingsvalið at geva tí floksforfólkinum, sum flest peika á, heimild at samráðast um nýtt landsstýri – um tað tá sitandi landsstýrið ikki hevur meiriluta og ikki ætlar sær at halda fram.









