Játta tvær milliónir til Tjóðleikhúsið

Játtaðar verða tvær milliónir krónur til Tjóðleikhúsið, sum verður mett at kosta 600 milliónir krónur at byggja

Tað sæst í fíggjarlógaruppskotinum hjá Landsstýrinum. Hóast Landsverk metir húsið at kosta 600 milliónir krónur at byggja, so skal landið bara fíggja ein triðing, í mesta lagi 200 milliónir krónur.

Um tjóðleikhúsið skrivar Almanna- og mentamálaráðið í uppskotinum, at tað er sum ein liður í at lyfta føroyska leiklist frameftir, at eitt nýtt tjóðleikhús verður bygt, sum skal tryggja leiklistini tíðarhóskandi hølisumstøður. 

Í 2020 varð avgerð tikin um at skriva út eina hugskotskapping um staðseting av tjóðleikhúsinum og eina arkitektakapping. Hugskotskappingin um staðseting varð liðug á vári 2021, og varð Bursatangi í Havn mett at vera besta staðsetingin fyri tjóðleikhúsið.

Valda staðsetingin hevði við sær, at Tórshavnar kommuna ynskti at fáa gjørt eina heildarætlan fyri økið á Eystaru Vág, áðrenn arkitektakappingin varð útskrivað.

Arkitektakappingin varð framd í 2022, og í september sama ár varð avdúkað, at MAP arkitektar høvdu vunnið kappingina og harvið áttu besta boðið upp á eitt nútímans leikhús, ið fer at hýsa palllist og kreativum tiltøkum. Tjóðleikhúsið verður somuleiðis ein nýggjur mentanardepil, eitt vakstrarhús fyri ungar spírar, ið fer at menna og savna palllistina í landinum.

Í 2023 og 2024 hevur verið arbeitt við framhaldandi fyrireiking av verkætlanini. Tórshavnar býráð hevur í 2024 samtykt sáttmála um lendið og uttanumøkið. Næsta stig er at fara undir at gera skipanaruppskot og prosjektering, skrivar Almanna- og mentamálaráið.

– Landsverk hevur við ávísum fyritreytum mett verkætlanina at kosta áleið 600 mió. kr., harav landið ætlandi átekur sær at fíggja ein triðing, men í mesta lagi 200 mió. kr. Restin verður útvegað sum uttanhýsis fígging. Heimildarlóg verður eftir ætlan løgd fyri Løgtingið í fyrru helvt av 2025, ið fer at heimila landsstýrinum at taka ímóti uttanhýsis fígging og at geva tilsøgn um landsins part av fíggingini árini fram til og við 2032. Útreiðslur til fyrireiking, skipanaruppskot og prosjektering og longu goldnar útreiðslur eru partar av teimum 200 mió. kr. frá landinum - og landsstýriskvinnuni verður heimilað at flyta óbrúkta játtan til seinni, stendur í fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum.

##med2##

 

##med3##