ES kann nú leggja eyka toll á kinesiskar elbilar

Í dag fekk ES-nevndin grønt ljós til at leggja eyka toll á kinesiskar elbilar.

Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, hevur havt fleiri fundir við forsetan í Kina, Xi Jinping. Nú eru ES-londini samd um, at ES-nevndin kann, um neyðugt, seta eyka toll á kinesiskar elbilar. (Arkivmynd). - Mynd: Ludovic Marin/Ritzau Scanpix

ES hevur longu 10 prosent toll á kinesiskum elbilum. Men eftir eina kanning av kinesiskari statshjálp hava ES-londini avgjørt, at upp til 35,3 prosent í eyka tolli kann leggjast afturat battarídrivnum elbilum, sum verða innfluttir úr Kina.

ES-londini fylgja sostatt tilmælinum frá ES-nevndini, sigur ein ES-diplomatur við innliti í avgerðina.

Í vár gjørdi ES-nevndin eina kanning av statsstuðlinum til kinesiskar bilframleiðarar. Niðurstøðan í kanningini var, at Kina gav órímiliga statsligan stuðul til sínar egnu bilframleiðarar.

/Ritzau/