Nú er úrslitið av fólkatingsvalinum í Havn greitt, ella tað vil siga, at atkvøðurnar hjá flokkunum eru taldar upp tað er Javnaðarflokkin til størsta flokk í Havn.
Fólkaflokkurin fekk 1381 atkvøður, seinast fekk hann 1128 atkvøður
Sambandsflokkurin fekk 2070 atkvøður, og tað er ein stór framgongd, tí seinast fekk hann bara 1463 atkvøður-
Javnaðarflokkurin fekk 2611 og tað er ein stór framgongd og tað ger Javnaðaflokkin til størsta flokk í høvuðstaðnum. Seinast fekk hann 2055 atkvøður.
Sjálvstýri fekk 69 atkvøður og tað eru átta færri enn seinast
Tjóðveldi fekk 2209 atkvøður, og tað er ein afturgongd, tí seinast fekk hann 2437 atkvø
ur.
Framsókn fekk 371 atkvøður og seinast fekk hann 447 atkvøður
Vit hava meiri seinni, men tað kann henda seg, at onkrar smávegis broytingar verða.