Maka til tápiligheit skulu vit leita leingi eftir. Hevði tað verið tað, at ein av javnaðarpolitikarunum í eini heitari løtu lat ein slíkan teldupost gleppa úr telduni, so var tað tað.
Men at ein heilur flokkur - uttan Helenu Dam á Neystabø, sum alment hevur tikið frástøðu frá eftirlýsingini - skal loypa fram av í senn, tað boðar ikki frá góðum.
Hvussu skulu hesi fólkini klára at stýra landinum, um tey ikki klára at stýra sær sjálvum?
Og jú, Gerhard Lognberg er ikki smettin frægari. Hansara máti at uppføra seg upp á er eisini tápuligur. Sera tápiligur.
Men tann stóri trupulleikin er bara tann, at Javnaðarflokkurin hevur mist sítt trúvirði. Flokkurin er longu í sori í veljarakanningum, og tá øll tey valdu fólkini í flokkinum bera seg soleiðis at, hvør skal so tora at velja flokkin?
Vit halda: At ting- og landsstýrisfólkini hjá Javnaðarflokkinum eiga at seta seg saman, hyggja hvør annan í eyguni og loysa trupulleikan. Tað er ikki nóg mikið, at Jóannes Eidesgaard sendir eina fráboðan um, at tey lupu framav í frustratión. Tað vistu vit, áðrenn hann sjálvur fann út av tí.
Javnaðarflokkurin skyldar okkum veljarum eina almenna umbering. Um nakað álit skal endurskapast, so mugu bæði Gerhard Lognberg og øll hini stíga alment fram við eini umbering. Eru tey ikki fólk fyri tí, so eiga tey øll sum ein at leggja frá sær.