- Tað er ikki ein felags fatan í Javnaðarflokkinum, at almenn starvsfólk ikki røkja sínar skyldur til fulnar. Javnaðarflokkurin hevur tvørturímóti fult álit á alment løntum starvsfólkum eins væl og bæði tímaløntum og fastløntum á privata arbeiðsmarknaðinum, sigur John Johannessen, formaður Javnaðarfloksins á tingi, sum soleiðis leggur sjógv millum flokkin og sjónarmiðini hjá Gerhardi Lognberg
John Johannessen sigur, at Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, má sjálvur standa við tær viðmerkingarnar, ið hann hevur havt ímóti almennum starsvsfólki seinastu dagarnar. Tær skulu á ongan hátt fatast sum eitt flokssjónarmið hjá Javnaðarflokkinum. Tvørturímóti heldur Javnaðarflokkurin, at rættindini í fleiri førum áttu at verið styrkt, bæði hjá starvsfólkum í almenna og á tí privata arbeiðsmarknaðinum.
- At leggjast eftir starvsfólkum fyri at vera heima hjá sjúkum barni ella tí, at tey eru á skeið, fyri at menna sínar førleikar, er ikki í samsvari við almennu fatan floksins av hesum viðurskiftum. Heldur áttu vit at gjørt umstøðurnar betri fyri tey, sum hava trupult við at fáa arbeiðs- og familjulívið at samvirka, sigur John Johannessen.