Javnaðarflokkurin í Vágum fingið nýggjan formann

Tað verður Edvard í Skorðini joensen, sum verður nýggjur formaður í lokalfelagnum hjá Javnaðarflokkinum í Vágum hesa næstu tíðina. Á aðalfundi í felagnum herfyri, legði Benjámin Lydersen frá sær sum formaður og í hansara stað var Edvard í Skorðini Joensen valdur til formann. Benjámin Lydersen heldur kortini fram sum næstformaður.

Edvard í Skorðini Joensen hevur fyrr verið uppstillaður fyri Javnaðarflokkin, og hevur nú sett sær fyri, saman við nevndini í lokalfelagnum, at styrkja flokkin í Vágum.  

Annars hava fleiri lokalfeløg hjá Javnaðarflokkinum havt aðalfund og fleiri nýggj andlit eru at síggja.

Av nýggjum nevndarlimum eru vald Ann-Elisabeth Eldevig Joensen, Ásla Breyt Danielsen og Barbara Gaardlykke Apol fyri Suðurstreymoyar Javnaðarfelag.

Edvard í Skorðini Joensen og Helena Jørgensen eru nývaldir nevndarlimir fyri Vága Javnaðarfelag, Verner Olsen fyri Eysturoyar Javnaðarfelag, Beinta Simonsen fyri Sandoyar Javnaðarfelag og Elvis Leo, og Barbara Brattalí,ð fyri Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag. 

Allir formenn og forkkvinnur í limafeløgunum halda fram uttan í Vágum,