Nú Føroya Pedagogfelag hevur verið í verkfalli í tvær vikur, heitir Javnaðarflokkurin á Fíggjarmálaráðið um at taka samráðingarnar upp aftur.
Í hesum sambandi heitir flokkurin á Fíggjarmálaráðið um at vísa ábyrgd og vilja til at finna eina loysn á trætuni, og at virða rættin til frælsar samráðingar, sum flokkurin málber seg.
- Eftir at kommunurnar hava víst vilja til at ganga ynskjunum hjá Pedagogfelagnum á møti innan verandi lógarkarmar, hómast als ongin vilji frá landsins síðu.
- Landið verður ikki beinleiðis rakt av pedagogverkfallinum, men kommunur, starvsfólk, arbeiðspláss og familjur í Føroyum verða hart rakt.
- Støðan er lítið virðilig, bæði fyri arbeiðsgevara og arbeiðstakara, og tí heitir Javnaðarflokkurin staðiliga á Fíggjarmálaráðið um alt fyri eitt at taka samráðingarnar upp aftur, við tí fyri eyga at geva limunum í Pedagogfelagnum virðiliga løn og karmar at virka undir, sigur Javnaðarflokkurin í almennari áheitan í kvøld