Javnaðarflokkurin bløðir í nýggjar veljarakanning

Fólkaflokkurin er stóri vinnarin í nýggjari veljarakanning

Kanningin, sum spyr.fo hevur gjørt fyri portal.fo vísir, at Javnaðarflokkurin missir 7,1 prosentstig og fer úr 26,6 prosentum á seinasta vali til 19,4. Tað merkir, at tingmanningin tódnar úr 9 niður í 6 tingfólk.

Øvut er tað hjá Fólkaflokkinum, sum fer gongur 7,6 prosentstig fram úr 18,9 til 26,5, sum gevur flokkinum 3 tingfólk afturat, so flokkurin hevði fingið 9 tingfólk.

Sambandsflokkurin gongur eisini fram. Úr 20 prosentum á valinum til 22,5, sum gevur flokkinum 8 tingfólk, ein framgongd upp á 1 tingsess.

Sjálvstýrisflokkurin røkkur ikki upp um tinggáttina við 1,3 prosentum.

Tjóðveldi gongur eisini aftur, tó »bara« 0,7 prosentstig úr 17,7 til 17,0 prosent. Tað gevur flokkinum 6 tingsessir, tað sama sum á valinum.

Framsókn gongur aftur úr 7,5 til 6,7 prosent og missir ein tingsess og fær 2. 

Miðflokkurin stendur í stað á 6,6 prosentum og varðveitir sínar tveir tingsessir.

 

##med2##

Sambært kanningin, so fellir samgongan við einum braki, tí til samans hava teir tríggir flokkarnir bara 14 tingsessir, 4 færri enn á valinum seinast.

 

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin fáa til samans 17 tingsessir og kundu skipað borgarliga samgongu.

 

##med3##