Javni stórfingna gávu frá Kiwanis

Mikudagin handaði Kiwanis Føroyar Javna ein kekk upp á 50.000 krónur, sum felagsskapurin ætlar sær at nýta til at rinda framleiðsluna av árliga álmanakkanum

Hesin er prentaður í 6.500 ein­tøkum og verður í løtuni seld­ur í durasølu kring land­ið.
– Javni ger eitt ótrúliga stórt og gott arbeiði fyri at bøta um korini hjá teimum menn­ing­ar­tarnaðu. Tí hava vit í Kiwanis gjørt av lata tykk­um hesa peningagávuna upp á 50.000 krónur.
Hetta segði forsetin í Kiwanis Før­oyar, Torkil Skála, tá hann á sam­komu mikukvøldið í Kiw­an­is­húsinum í Jøkustræti 4 í Havn handaði umboðum frá Javna kekkin við teimum hálvt­hundr­a­ð­tús­und krónunum.
– Vit eru sera takksom fyri gávuna, sum í fyrsta at­løgu fer til at gjalda fyri framleiðsluna av ál­m­an­akk­an­um, sum í hesum døgum verð­ur seldur við dyrnar hjá fólki kring landið, segði Sigr­un Wardum, forkvinna í Javna, í sambandi við hand­anina.
Avlopið av álm­a­nakk­a­søl­uni fer millum annað til at fíggja ráðstevnu um fra­m­hald­andi skúlagongd og til menn­andi tiltøk fyri fólk­um við menningartarni, sum verður komandi ár.
Kiwanis, ið hevur sum høv­uðs­end­a­mál at betra um um­støð­urnar hjá børnum í Før­oyum, letur javnan gávur, ið fyrst og fremst koma frá ár­ligu jólatræðssøluni og frá einum føroyskum báti, sum á hvørjum ári verður lut­aður burtur á Ólavsøku.
Felagsskapurin hevur mill­um annað latið pen­ing til spælistovu á Lands­sjúka­húsi­num, Hotel Tórshavn í Keyp­mann­a­havn og Sjó­mans­heim­ið Ørk­ina í Reykj­a­vík. Ein annar partur av hjálp­ar­ar­beið­in­um er at stuðla fam­ilj­um við til dømis faðir- ella móðirleysum børnum.
Orðið »kiwanis« stavar úr ind­i­ansk­um máli og merk­ir »vit byggja«.