Javni vitjaði Umlættingardepilin

- Vit vilja takka leiðslu og starvsfólki fyri at taka so væl ímóti okkum og fyri eitt gott og virðiligt prát, siga tey í Javna eftir stovnsvitjanina á Sandi

Í gjár var Javni á stovnsvitjan á Umlættingardeplinum á Sandi, og hetta var í sambandi við, at umlættingin á Frítíðarheiminum nú fer at flyta til Sands.

 

- Endamálið við vitjanini var at fáa innlit í umstøðurnar og at hava eitt gott og óformelt prát um gerandisdagin á deplinum.

 

Í Javna siga tey, at tey vórðu møtt av einum blíðum starvsfólkahópi, sum vísti teimum runt í deplinum og greiddu frá.

 

- Umstøðurnar eru sera góðar, eitt nú kømur, ergonomiskar lyftir á wc, venjingarhølir og eitt rúm við hitapotti.

 

Á Facebook-vanganum hjá Javna verður sagt, at starvsfólkini á Umlættingardeplinum á Sandi eru spent at taka ímóti teimum, sum fara at brúka umlættingina. 

 

Undir vitjanini fekk Javni kunning um, hvussu tey arbeiða við menning og tillaging í gerandisdegnum. 

 

Prátið kom eisini inn á, hvussu flutningur til og av Sands kann skipast - við fleiri praktiskum og fleksiblum sjónarmiðum og við tí greiða útgangsstøði, at hvørki umlættingin ella flutningur skulu verða ein fíggjarlig byrða fyri brúkarar og avvarðandi.

 

- Vit vilja takka leiðslu og starvsfólki á Umlættingardeplinum á Sandi fyri at taka so væl ímóti okkum og fyri eitt gott og virðiligt prát, siga tey í Javna eftir stovnsvitjanina í gjár.