Javnleikirnir eru horvnir

Níggjunda og síðsta umfar í FM kappingini í talvi fyri einstaklingar verður leygardagin. Tað er væl hugsandi, at tað ikki fyrrenn eftir tað umfarið verður greitt, hvør verður meistari . Eisini kann tað væl fara at vera, at tað longu í annaðkvøld verður greitt, hvørjar tveir ella tríggjar tað fer at standa ímillum í teimum báðum síðstu umførunum. Skírisdag eru bæði sætta og sjeynda umfar á skránni.

Eyðkent fyri kappingina er tað, at álopsbogin alt meiri verður spentur. Í fyrsta umfari endaði eitt talv remis, í øðrum endaðu tvey remis, og í triðja endaði eitt remis. Í fjórða umfari og í fimta umfari endaði einki talvið javnt.

Undan fimta umfari var Eyðun Nolsøe einsamallur fremstur, men hann tapti mikudagin. Við svarta fólkinum syfti Carl Eli Nolsøe Samuelsen mammubeiggjan.

Olaf Berg vann við svørtum á Finnbirni Vang, og harvið er Olaf Berg aftur einsamallur á odda – eitt hálvt stig frammanfyri Eyðun Nolsøe og eitt stig frammanfyri Martin Poulsen. Martin tapti í 5. umfari fyri Høgna Egilstoft Nielsen, sum orduliga fótaði sær, eftir at úrtøkan í trimum umførum bara var eitt hálvt stig,

Undir liðini á Martini eru eisini Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Ólav Simonsen.

Tað er nógv, sum bendir á, at tað verður ein av hesum fimm - Olaf, Eyðun, Martin, Ólavur ella Carl Eli sum verður meistari, men higartil hava nógv úrslit verið rættuliga óvæntað, og tí er tað framvegis møguleiki fyri, at onkur annar fer at blanda seg uppí.

Støðugasti telvarin higartil er Olaf Berg, sum er einsamallur á odda, og harvið í løtuni er størsti favoritturin at vinna. Olaf tapti í triðja umfari ímóti Martini Poulsen. Hini fýra talvini hevur Olaf vunnið. Hósdagin skal hann telva ímóti Herlufi Hansen og so ímóti Carl Eli Nolsøe Samuelsen.

Eyðun Nolsøe skal hósdagin telva ímóti Hans Kristiani Simonsen og Finnbirni Vang. Olaf og Eyðun hittast leygardagin, og tað er framvegis møguleiki fyri sannari finalu millum teir báðar. Men tað eru altso fleiri um boðið. Um eitt samdøgur og eftir at tvey umfør aftrat eru telvað, verður tað ivaleyst greiðari, hvørjir fara at liggja eftir á, og hvørjir vera eftir í stríðnum um FM heitið.

Tá ið dupult umfar er á skránni plagar tað ofta at vísa seg, at fleiri talv í fyrra umfarinum skjótt endað remis. Soleiðis sum kappingin higartil hevur verið, so kundi tað verið sannlíkt, at tað ikki verður soleiðis í morgin - í hvussu so er ikki hjá teimum, sum framvegis halda seg hava møguleika at vinna. Tað er nógv, sum bendir á, at tað Skíridag verður álop og harvið undirhald og spenningur, tá ið bæði 6. og 7. umfar eru á skránni!

5. umfar

Hans Kristian Simonsen-Finnbjørn Vang 1-0

Eyðun Nolsøe-Carl Eli Nolsøe Samuelsen 0-1

Ólavur Simonsen-Herluf Hansen 1-0

Olaf Berg-Hanus Brekká 1-0

Martin Poulsen-Høgni Egilstoft Nielsen 0-1

Støðan eftir fimm umfør

Olaf Berg 4,0

Eyðun Nolsøe 3,5

Martin Poulsen 3,0

Ólavur Simonsen 3,0

Carl Eli NolsøSamuelsen 3,0

Høgni Egilstoft Nielsen 2,5

Hans Kristian Simonsen 2,5

Finnbjørn Vang 2,0

Herluf Hansen 1,0

Hanus Brekká 0,5

6. umfar Skírisdag klokkan 10.00

Finnbjørn Vang-Høgni Egilstoft Nielsen

Hanus Brekká-Martin Poulsen

Herluf Hansen-Olaf Berg

Carl Eli Nolsøe Samuelsen-Ólavur Simonsen

Hans Kristian Simonsen-Eyðun Nolsøe

7. umfar Skírisdag klokkan 17.00

Eyðun Nolsøe-Finnbjørn Vang

Ólavur Simonsen-Hans Kristian Simonsen

Olaf Berg-Carl Eli Nolsøe Samuelsen

Martin Poulsen-Herluf Hansen

Høgni Egilstoft Nielsen-Hanus Brekká

Styrkistølini undan kappingini

Olaf Berg 2272

Ólavur Simonsen 2201

Martin Poulsen 2194

Carl Eli Nolsøe Samuelsen 2162

Eyðun Nolsøe 2152

Hans Kristian Simonsen 2104

Høgni Egilstoft Nielsen 2072

Herluf Hannsen 2032

Hanus Brekká 2026

Finnbjørn Vang 2022