Tíðindaskriv:
Bónuskappingin:
SÍ – KÍF 3-0 (26-24, 25-17, 25-19)
Tað stóð á gomlum nøglum hjá SÍ, sum var aftanfyri bróðurpartin av fyrsta setti, tí tapti SÍ dystin, vórðu nýklaktu føroyameistararnir úr Sørvági varpaðir úr Bónus steypakappingini. Men SÍ fótaði sær, tá tað galt, og fór frá 22-23 upp á 24-23. KÍF yvirlivdi fyrsta settbóltin, men við smassjum frá Henrikku Wang Jacobsen vann SÍ næstu tveir bóltarnar og settið 26-24.
Hóast fyrsta settið legði upp til veruligan spenning, hvarv hann kortini skjótt í øðrum setti, so hvørt sum KÍF dragnaði, og við smassji frá Anju Danielsen, vann SÍ settið 25-17.
Eftir at hava verið aftanfyri 7-2 í triðja setti, bardi KÍF seg upp á 9-10 og síðani 11-12, men misti alt aftur, tá ið SÍ vann tey næstu seks stigini og legði seg á odda 18-11. Hóast KÍF minkaði um munin niður í trý stig við støðurnar 17-20 og 18-21, gjørdist tað ikki veruliga spennandi, og tá ið KÍF ikki fekk bilbugt við servuni frá Jannu Falkvard, vann SÍ settið 25-19.
Hóast sigurin í dag er hálvfinaluplássið hjá SÍ ikki endaliga staðfest, tí Ternan úr næstbestu deildini hevur enn møguleikan at taka plássið frá SÍ, men so krevst ein sigur hjá teimum á júst SÍ, og skuldi tað hent, er tað mest óvæntaða úrslitið í føroyskari flogbóltssøgu.
Hitt liðið úr bólkinum, sum fer í hálvfinaluna, er TB, sum hevur vunnið 3-0 á bæði KÍF og SÍ, og hevur ein dyst eftir ímóti Ternuni.
Bólkur 2
Í hinum bólkinum í kappingini vann Mjølnir í gjár 3-0 (25-23, 25-14, 25-22) á Fleyr. Alt bendir tó á, at tey bæði fara at spæla seg í hálvfinalurnar, tí hini trý liðini í bólkinum, Dráttur, Mjølnir b og U16 Føroyar, eru ikki rættiliga ment at geva hinum báðum mótstøðu.
Hálvfinalurnar í steypakappingini verða spældar í Kollafirði 18. apríl og finalurnar við Tjarnir 25. apríl.











