Tað endaði javnt millum liðini hjá Hørði og Ara

Vendsyssel FF fekk tveir leikarar vístar av vøllinum

Fyrr í dag var føroyingauppgerð í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Hørður H. Askham (myndin) og Ari Olsen vóru við frá dystarbyrjan, tá FC Roskilde og Vendsyssel FF í dysti í ovara endaspælinum í triðbestu deildini leiktu javnt 1-1.

 

Tá 63 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 0-0, og tá hevði Vendsyssel tveir leikarar, ið høvdu fingið reyða kortið, og teir máttu stríðast seinastu løtuna níggju móti 11 leikarum. Og tá Roskilde legði seg á odda 1-0 í 76. minutti mundi fáur ivast í, at heimaliðið fór at vinna. Men tveir minuttir seinni javnaði vendsyssel til 1-1, og teir megnaðu at stríða seg til eitt stig. 

 

Í sjey kappingardystum við Vendsyssel hevur Ari enn ikki roynt at tapt. Talan er higartil um fýra sigrar og tríggjar javnleikir. 

 

Vendsyssel er triðfremst í ovara endaspælinum við 42 stigum. Teir eru tvey stig frá Næstved, ið er á øðrum plássinum sum gevur uppflyting til næstbestu deildina. Roskilde er nummar fýra við 36 stigum. Tí kom tað illa við, at tað ikki eydnaðist Roskilde at vinna dystin í dag. 

 

Komandi leygardag klokkan 12 spælir Vendsyssel dyst á útivølli móti AB. Kvøldið fyri klokkan 18 spælir Roskilde dyst á útivølli móti Næstved.