Javnt í Hvalba

2. deild: Fuglfirðingar lótu annað stigið verða eftir, tá teir um vikuskiftið royndu seg á grasinum

Royn-ÍF 2-2 (1-1)


Fyrstu umførini av hesum kappingarárinum vildi so at siga einki rigga hjá hvalbingum, sum noyddust at síggja hini liðini strúka avstað, meðan teir sjálvir lógu sørir í botninum.


Royn toyggir seg fram

Seinastu umførini hava tó givið aðrar ábendingar, og so við og hava hvalbingar savnað sær alt meira stig saman.

Leygardagin komu fuglfirðingar so á vitjan, og hóast talan her er um eitt av liðunum, sum frammanundan verður mett millum tey sterkastu í deildini, so so tóktist teir á heimaliðinum als ikki at vera imponeraðir av hesum.

Hvalbingar løgdu seg nevnliga tvær ferðir á odda, men báðu ferðirnar eydnaðist tað kortini mótstøðumonnunum at javna sutta løtu eftir leiðslumálið.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Allan Michelsen heimaliðið fram um, eftir at hann varð spældir leysur framman fyri málið. Fuglfirðingar bíðaðu tó ikki leingi, tí bert einar tveir minuttir seinni, hevði Rúni Justinussen høvdið á einum frísparksinnleggi, og so var javnleikur.


Óskipað spæl

Søgan endurtók seg í seinna hálvleiki.

Fyrst var Birgir Jørgensen fyrstur á einum frísparksinnleggi, men løtu seinni var Jákup Baldvinsson spældur leysur, so javnvág aftur var í roknskapinum.

Sum skilst, so var talan sum so ikki um nakran væl spældan fótbóltsdyst, og serliga varð hildið, at nógvar tilvildarliga støður ímomu, tí menn ikki vóru vanir at spæla á grasinum.

Yvirhøvur mundi javnleikur tó vera á eini leið, hóast hvalbingarnir helst iðra seg um, at tað tvær ferðir eydnaðist teimum at blaka leiðsluna burtur.


Royn-ÍF 2-2 (1-1)

1-0: Allan Michelsen

1-1: Alvi Justinussen

2-1: Birgir Jørgensen

2-2: Jákup Baldvinsson.

Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.

Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.

-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.