Javnt í Vági

Kvinnurnar hjá Kyndli og VB spældu javnleik í Vági, meðan Neistin vann tryggan sigur á StÍF

 

 

Tað var dramatikkur í Vági, tá oddaliðið úr Kyndli vitjaði í dag. Talan varð um sera tættan dyst, har liðini at enda býttu stigini.

 

Frá fyrsta bríksli leikaði sera javnt á, og liðini bæði skiftust um at skora. VB hevði tó munin fyri tað nógva, og tær vóru á odda við einum máli, tá farið varð til hálvleiks.

 

Eftir steðgin helt javna gongdin fram. Tíggju minuttir fyri leiklok var VB á odda við tveimum málum, men trý grøn mál á rað vendu øllum á høvdið. Tað eydnaðist tó VB at javna, men seinastu tveir minuttirnar stóð sera nógv á heimaliðnum, tí tvær av teirra fingu tveir fingrar frá dómaranum.

 

Tað eydnaðist tó at halda fast um javnleikin, sum tó ikki broytti stórvegis upp á stigatalvuna. Har er VB nú nummar fýra við fimm stigum fyri fimm dystir. Kyndil hevur átta stig fyri sínar fimm dystir.

 

Í Havn var StÍF á vitjan hjá Neistanum, og her vunnu tær bláu tryggan sigur.

 

VB-Kyndil 20-20

Neistin-StÍF 32-17