Javnur valdystur

Fyrri sjónvarpsdysturin millum Anders Fogh Rasmussen og Helle Thorning Schmidt endaði javnur Forsætisráðharrin og avbjóðarin dystaðust í TV2 í gjárkvøldið, og aftan á sendingina vóru flestu eygleiðarar á einum máli um, at dysturin var sera javnur.

Jyllands-Posturin heldur, at dysturin endaði við javnleiki, men at tað er ikki nóg mikið hjá Helle Thorning Schmidt sum avbjóðara.

Ekstrablaðið heldur, at Anders Fogh Rasmussen vann tepurt, men BT heldur, at sosialdemokratiski formaðurin stóð seg betur ann forsætisráðharrin.

Seinni sjónvarpsdysturin millum tey bæði forsætisráðharraevnini verður á DR.