Jens er hvalbingur, men hann hevur búð stóran part av lívi sínum í Havn.
Sum ungur var hann sjómaður og arbeiddi eisini í kolanámunum í Hvalba. Hann arbeiddi hjá byggifelagnum E. Pihl & Søn, tá teir gjørdu tunnilin millum Hvalba og Trongisvág. Jens var eisini kendur sum raskastu og djarvastu bjargamonnum.
Jens giftist við Simoniku, f. Zachariassen, ættað av Kirkju í Fugloy. Tey fingu børnini Sigrid og Zacharias. Familjan búði í Hvalba, til tey fluttu til Havnar at búgva umleið 1960.
Simonika fekk starv sum sjúkrrøktari á Landssjúkrahúsinum, og Jens arbeiddi nøkur ár hjá Peturi Michelsen, byggimeistara, til hann fekk starv sum grótlaðari hjá E. Pihl & Søn, sum tá bygdu nýtt sjúkrahús, bæði sjálvan høvuðsbygningin og deildirnar oman fyri vegin.
Seinni byrjaði Jens sum sjálvstøðugur grótlaðari, fyrst saman við Gudmundi
Gudmundarson, sum eisini er hvalbingur, og seinni saman við beiggjanum Rólant og abbasoninum Jan. Teir vóru eitt team í nógv ár. Ein annar samstarsfelagi var hundurin hjá Jens, Brio. Hann var altíð við honum til arbeiðis, og fóru teir eitt ørindi, var hundurin eftir á arbeiðsplássinum og ansaði eftir taskum, matpakkum og amboðum. So løgið tað ljóðar, hjálpti hundurin eisini til við arbeiðinum - á sín hátt.
Jens var við til at laða grót nógvastaðni í býnum, sum t.d. brimgarðin á Molanum, grótlaðingina í og uttanum Norðurlandahúsið, Sjóvinnubankan (nú Føroya Banki) við SMS og við Løgtingshúsið.
Hvalbingarnir eru kendir fyri sínar dygdir sum grótlaðarar í Havn, og nógvir minnisvarðar standa eftir teir í býnum.
Simonika andaðist í 1987, 69 ára gomul, og í 1989 giftist Jens við Lenu Mortensen á Argjum, einkjuni eftir Petur Mortensen. Lena, f. Holm, var ættað úr Skálavík. Tey fingu nøkur ár saman. Lena andaðist í 2000, 88 ára gomul. So Jens er tvær ferðir vorðin einkjumaður.
Jens hevur havt sínu føstu gongd í Ebenezer og seinnu árini í Hebron á Argjum, har hann eisini hevur luttikið við einum orði.
Foreldrini hjá Jens vóru Sigrid, f . Jensen, úr Hørg í Sumba, og Mikkjal Hammer úr Hvalba. Jens eigur 8 abbabørn og 5 langabbabørn.
80 ára føðingardagurin varð hildin í heiminum við Velbastaðvegin hendan dagin saman við familju, vinum og kenningum.