Eitt, sum fer at eyðkenna ovastevnuna 2014, eru mongu tónleikatiltøkini á stevnuni.
Tað verður nógvur tónleikur á ovastevnuni 2014.
Eitt av okkara stóru nøvnum, sum verður at hoyra, er Jens Marni Hansen.
Leygarkvøldið fer Jens Marni Hansen at spæla í tjaldinum á keiini.
Hann hevur verið virkin í føroyska tónleikalívinum síðan hann var heilt ungur. Jens Marni hevur millum annað spælt við tónleikabólkunum Kjølar, All That Rain, Showmenn og Faktor 4.
Hin 6. juni 2013 hitaði Jens Marni upp fyri kenda tónleikaran Bon Jovi í Parkini í Keypmanahavn. Jens Marni vann eina kapping um at sleppa at hita upp fyri Bon Jovi. Ekstra Bladet sum í samstarvi við Bon Jovi, fyriskipararnar Live Nation og útvarpsstøðina FM100 útskrivaði hesa kappingina, 60 tónleikabólkar sendu inn tilfar, og Jens Marni vann kappingina.
Jens Marni var ein av 10 bólkum ella einstaklingum, sum luttóku í Dansk Melody Grand Prix 2010 hann luttók við rock sanginum »Gloria« sum Svend Gudiksen, Johannes Jørgensen og Noah Halby hava skrivað og gjørt lag til.
Leygarkvøldið verður hann so at hoyra í tjaldinum á keiini í Nólsoy á ovastevnu.