Jens Marni Hansen vitjar í Stóra Pakkhúsi

Jens Marni Hansen vitjar um vikuskiftið í Stóra Pakkhúsi í Vági. Jens Marni Hansen er ein kend rødd innan føroyskan tónleik. Við fløguni “The Right Way” sang hann seg inn í hjartað á nógvum føroyingum, og fleiri av løgunum á fløguni eru at meta sum stór, føroysk poppløg.

 

Jens Marni er eisini kendur frá øðrum samanhangum. Eitt nú hevur hann spælt í Kjølar, All That Rain og Showmonnum, men seinastu árini hevur hann ferðast runt landið við sínum bólki, og saman eita teir Jens Marni Band.

 

Leygarkvøldið verður Jens Marni Hansen tó einsamallur, tá ið hann vitjar í Stóra Pakkhúsi í Vági.

 

Pakkhúsi í Vági bjóðar mangan til tónlistarlig kvøld, har fleiri kendir troubadurar hava lagt leiðina fram við. Jens Marni Hansen hevur eisini framført í Vági áður, og fyrireikarar siga, at gott lív altíð er í café’ini tey kvøldini Jens Marni stendur fyri

tónleikinum.