Jens Marni Hansen fer leygarkvøldið at spæla nakrar sangir á Torginum á Summar Festivalinum Jens Marni Hansen er eitt heitt navn í føroyskum tónleiki í løtuni, og hann leggur eisini leiðina fram við á Summar Festivalinum.
Leygarkvøldið kl. 18.45 fer Jens Marni at spæla nakrar sangir av nýggju útgávuni hjá sær á Torginum á Summar Festivalinum.
Aftan á framførsluna ber til at hitta Jens Marna í Telebúðini, har tað ber til at ogna sær nýggju fløguna hjá Jens Marna og fáa hana signeraða.
The Right Way er fyrsta soloútgávan hjá Jens Marna Hansen, og fløgan hevur fingið sera góða móttøku. Á fløguni eru góðir og vælljóðandi rocksangir, og fleiri teirra hava verið nógv at hoyrt í føroyskum útvarpi í summar.