- Eg vóni, at hetta kann geva mær eitt sindur av pr, soleiðis, at eg kann fara út um Føroyar við mínum tónleiki, sigur Jens Marni Hansen, sum í næstum verður við í Grand Prix kappingini í Danmark. Í dag gjørdist greitt, at Jens Marni Hansen verður ein av 10 solistunum, sum fara at framføra til tónleika Grand Prix í Danmark í næstum.
- Tað byrjaði alt, tá ið Bryan Adams var í Føroyum. Eg hitti nakrar X-Factor tónleikarar, sum síðani hava havt meg í huga, tá ið ein sangarin skuldi finnast til hesa sjangruna og kappingina, sigur Jens Marni Hansen.
Jens Marni hevur verið eitt kent andlit í Føroyum í mong ár, men nú heldur hann at tíðin er búgvin til at fara út um Føroyar við tónleikinum.
- Tað er avgjørt mítt mál, at sleppa út um Føroyar við mínum tónleiki, sigur Jens Marni Hansen.
Kappingin verður 6. februar, og Jens Marni verður ímillum teir 10 solistarnir, ið skulu royna seg.
- Eg vóni, at henda kappingin kann marknaðarføra meg sum sangara í Danmark ella aðrastaðni, soleiðis at eg kann koma víðari við tónleikinum, sigur Jens Marni.
Noam Halby, sum er forsangari í bólkinum Johnny Deluxe er ein av sangskrivaranum, av popputa rokklagnum, sum Jens Marni fer at framføra.
- Eg taki tað sum tað kemur, men tað hevði verið stuttligt at vunnið, sigur Jens Marni Hansen.