Eitt samdøgur eftir, at sølan til sýningarnar av sangleikinum Jesus Christ Superstar byrjaði, eru 1000 atgongumerki seld. Útselt er til frumsýningina og væl er selt til tær eftirfylgjandi 5 sýningarnar, ið eru settar til sølu. Áhugin hjá føroyingum at síggja ungdómar falda seg út sum musical-leikarar á pallinum í Norðurlandahúsinum tykist sostatt framvegis at vera stórur.
Jesus Christ Superstar er helst kendasti ungdómssangleikur í tónleikasøguni og var gjøgnumbrotið hjá Andrew Lloyd Webber sum tónasmiður á hesum økinum, og hevur seinni skrivað tónleikin til m.a. Evita (við teksti eftir Tim Rice), Cats, Phantom of the Opera og Love Never Dies. Tað var hann eisini fyri tekstahøvundin Tim Rice, sum m.a. er kendur fyri sangtekstir til Chess við tónleiki eftir ABBA-menninar Benny Andersson og Bjørn Ulvaeus og kenda Disney-filmin Lion King, har hann skrivaði sangirnar saman við Elton John.
Eins og undanfarnu uppsetingarnar av m.a. Jósef og Dreymakotið og FAME eru tað miðnámsskúlanæmingar, ið framføra. Uppsetingin er skipað sum eitt samstarv millum Føroya Studentaskúla & HF-skeið, Musikkskúlan og Tekniska Skúla í Havn, men næmingar úr øðrum miðnámsskúlum hava eisini stórar leiklutir, m.a. úHandilsskúlanum í Havn og á Kambsdali og úr Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoynni og í Klaksvík.