Jesus - jødi, uppreistrarmaður, Gud?

Við hesum heiti hevur svenski tíðindamaðurin og serfrøðingurin í religiónssøgu, Søren Wibeck, skrivað bók um tann søguliga Jesus. Talan er um áhugaverda bók, sum avgjørt kann viðmælast.

Søren Wibeck leggur ikki nýggja gransking fyri lesaran, men hann sigur á ein lættlesiligan hátt frá tí, sum bíbliugranskarar eru komnir eftir viðvíkjandi tí søguliga Jesusi. Í bókini verður øll Jesusgranskingin gjøgnumgingin, og hon er grundað á bæði konservativar kristnar granskarar, m.a. Gary Habermas og Ben Witherington, og á meira átrúnaðarliga óheftar granskarar, m.a. Bart D. Ehrman, Marcus Borg og E.P. Sanders. Bókin er væl skrivað og saklig, sjónarmið hjá fleiri ymiskum granskarum verða viðgjørd, og niðurstøðurnar eru væl grundaðar og sum oftast eisini rættiliga áhugaverdar.

 

Jødin Jesus

Longu í innganginum staðfestir Søren Wibeck, at Jesus var jødi, hann tosaði einans til jødar og hansara viðhaldsfólk vóru jødar. Kristindómurin varð ikki til fyrr enn eftir krossfestingina, tá rørslan fekk viðhaldsfólk millum heidningarnar í Rómverjaríkinum. Hesa sannroyndina nýtur Søren Wibeck til at greiða frá, at broytingar eru gjørdar í úttalilsum hjá Jesusi í evangeliunum, sum neyvan kunnu førast aftur til Jesus. T.d. meina granskarar ikki, at “kristnar” orðingar í Matteusevangeliinum (28:19), har Jesus biður lærusveinarnar doypa millum “øll fólkasløgini”, stava frá Jesusi. Tílíkar orðingar halda granskarar sambært Søren Wibeck, at evangelistarnir hava lagt í munnin á Jesusi seinni, tá Jesusrørslan byrjaði at fáa undirtøku millum ikki jødar. Orðini stava ikki frá Jesusi, sum einans tosaði til jødar. Matteusevangeliið er sum kunnugt skrivað umleið 80 e.Kr.

 

Wibeck nevnir eisini tey seinastu ørindini í Markusevangeliinum (16:9-20), sum snúgva seg um møti millum tann upprisna Jesus og lærusveinarnar. Hesi ørindini er ikki at finna í teimum elstu handritunum. Eisini nevnir hann kendu søguna um kvinnuna í Jóhannesevangeliinum (7:53-8:11), sum varð tikin í hordómi. Í samsvari við Móselógina skuldi hendan kvinnan steinast til deyðis, men sambært søguni í Jóhannesevangeliinum kemur jødin Jesus nærum til at gera upp við Móselógina, tá hann sigur: “Tann av tykkum, sum syndaleysur er, kasti fyrstur stein á hana”(8:7). Men hendan søgan finst heldur ikki í teimum elstu handritunum. Her er helst eisini talan um nakað, sum jødin Jesus ongantíð hevði kunnað sagt. Tað er í øllum førum semja millum bíbliugranskarar um, at hesin teksturin (eins og m.a. endin á Markusevangeliinum) stavar frá eini seinni tíð.

 

Jesus var sambært nýmótans granskarum ein jødi, ið tosaði sum jødi og til jødar.

 

Jesus úr Nazaret

Søren Wibeck ger eisini vart við, at Jesus sambært nýmótans granskarum ikki var føddur í Betlehem í Judea, sum Matteus- og Lukasevangeliini vilja vera við. Hetta sæst m.a. av, at Jesus verður nevndur “Jesus úr Nazaret” í evangeliunum (Mark. 1:24). Á døgum Jesusar vóru persónar antin nevndir við navninum á faðirinum ella føðistaðnum. Markus, tann elsti evangelisturin, sum skrivaði um 70 e.Kr. og ongar føði- og barndómssøgur hevur, sigur eisini Nazaret vera “fedrabygd” (6:1) Jesusar. Jóhannesevangeliið frá um 100 e.Kr., har heldur ongar føði- og barndómssøgur eru, tykist beinleiðis byggja á ta treyt, at Jesus var úr Nazaret í Galilea - ikki úr Betlehem í Judea (7:40-42). Søgurnar hjá Matteusi og Lukasi um, at Jesus skuldi verið føddur í Betlehem í Judea, halda nógvir granskarar verða eftirrationaliseringar hjá seinni kristnum, sum vildu fáa føðing Jesusar at samsvara við profetorð hjá Mika (5:1-2) í Gamla Testamenti um, at “høvdingi ... yvir Ísrael”, Messias, skuldi koma frá økinum kring Betlehem í Judea.

 

Grundgevingarnar eru m.a., at báðar søgurnar hjá Matteusi og Lukasi tykjast ósannlíkar - og tær eru eisini beinleiðis mótstríðandi. Matteus rør framundir, at familja Jesusar búði í Betlehem í Judea áðrenn Jesus varð føddur og seinni sigur hann, at familjan ikki flutti til Nazaret at búgva fyrr enn væl eftir Jesu føðing (2:11,23). Lukas skrivar hinvegin, beinleiðis í stríð við Matteus, at familja Jesusar búði í Nazaret áðrenn Jesus varð føddur, og at familjan fór heimaftur til Nazaret stutt eftir at Jesus varð føddur í Dávids býi, Betlehem í Judea (1:26-27; 2:39).

 

Hetta hongur ikki rættiliga saman, og grundgevingarnar hjá Matteusi og Lukasi fyri, at Jesus varð føddur í Betlehem í Judea tykjast eisini ósannlíkar. Matteus noyðist t.d. onkursvegna at fáa familju Jesusar til Nazaret í Galilea, har Jesus í veruleikanum búði og vaks upp. Tað ger evangelisturin við at siga frá eini søgu um Heródes tann Stóra, sum skuldi havt sett í verk eitt morð á øll dreingjabørn frá 2 ára aldri og niðureftir í Betlehem og allastaðni har um leiðir, eftir at hann hevði fingið at vita frá vísmonnunum, at ein stórur kongur skuldi vera føddur har. Familja Jesusar fekk eina guddómliga ávaring, flýddi til Egyptalands og flutti ikki til Nazaret at búgva fyrr enn eftir deyða Heródesar. Søgan um barnamorðið í Betlehem er í sjálvum sær sannlík, men hon er neyvan sonn. Heródes tann Stóri var eitt bølmenni, sum t.d. myrdi fleiri av sínum egnu synum umframt konuna. Hetta vita vit t.d. frá jødiska søgumanninum Josefusi, sum um 70 e.Kr., t.e. nakað áðrenn Matteus, í smálutum skrivaði um tær mongu illgerðirnar hjá Heródesi. Trupulleikin er bara, at Josefus einki skrivar um ta størstu illgerðina hjá Heródesi - barnamorðini í Betlehem. Tað ger heldur eingin onnur kelda. Søgan er einans at finna hjá Matteus, sum skrivaði umleið 80 ár eftir Jesu føðing. Søgan um barnamorðið er neyvan søgulig. Helst er søgan íkomin fyri at flyta Jesus úr Betlehem (har familja Jesusar sambært Matteusi búði áðrenn Jesus var føddur) til Nazaret, har Jesus í veruleikanum var føddur og vaks upp.

 

Lukas veit sostatt einki at siga frá um barnamorðini í Betlehem og flýggjanina til Egyptalands. Tvørturímóti fór familja Jesusar beinleiðis til Jerusalem, og síðan aftur til Nazaret í Galilea, ein góðan mánað eftir, at Jesus var føddur (Lukas 2:19-22 og 39). Lukas hevði ikki brúk fyri eini søgu sum hana um barnamorðini og flíggjanina til Egyptalands. Trupulleikin hjá Lukasi var ikki at fáa familju Jesusar úr Betlehem til Nazaret. Familjan búði jú í Nazaret áðrenn føðing Jesusar. Hansara trupulleiki var at fáa familju Jesusar úr Nazaret til Betlehem, har Jesus skuldi føðast. Tað gjørdi hann við at siga frá eini fólkateljing hjá Augustusi keisara, sum kravdi, at “allur heimurin” (2:1), t.e. øll í Rómverjaríkinum, skuldi fara til “ættarbygd” (2:3) sína fyri at verða taldur í manntal. Jósef og Maria fóru tí til Betlehem í Judea, “ættarbygd” Jósefs, har Maria føddi Jesus. Hetta tykist ikki samsvara við upplýsingar hjá Jóhannes og Markus, sum nærum treyta, at Jesus var úr Galilea, men Lukas, sum skrivaði seinni enn Markus, loysti trupuleikan við at skriva, at Jesus einans “var vaksin upp” (4:16) í Nazaret. Størsti trupulleikin við hesi søguni hjá Lukasi er tó (eins og við barnamorðinum hjá Matteusi), at eingin onnur kelda veit nakað um hansara fólkateljing. Tann fyrsta fólkateljingin í øllum Rómverjaríkinum var ikki fyrr enn undir Vespasian keisara í 74 e.Kr.

 

Granskarar vita hinvegin um eina lokala fólkateljing í Judea, men hon fevndi ikki um Galilea, har familja Jesusar búði, og hon var eisini ov seint - í 6 e.Kr. Jesus var føddur á døgum Heródesar; og hann doyði í 4. f.Kr. Á Heródesar døgum er tað eisini rættiliga ósannlíkt, at nøkur rómversk fólkateljing, sum hevði til uppgávu at skráseta skattgjaldarar, kann hava verið í Galilea ella Judea,. Tá var alt økið eitt rómverskt varakongadømi, sum sjálvt tók sær av at krevja skattin inn. Síðan fekk keisarin sín skatt beinleiðis frá Heródesi. Men 10 ár seinni, í 6 e.Kr., tóku rómverjar ræði á Judea og settu í tí sambandi í verk eina lokala fólkateljing har.

 

Niðurstøðan hjá Søren Wibeck er, at Jesus helst varð úr Nazaret, sum Markus og Jóhannes leggja upp til. Í Nazaret var Jesus helst eisini føddur. Tað vistu Matteus og Lukas møguliga, men teir royndu hvør í sínum lagi at fáa Jesu føðing at samsvara við tey kendu profetorðini hjá Mika. Teir skrivaðu ikki álítandi søgu, teir skrivaðu ofta kristna gudfrøði við støði í profetorðum í Gamla Testamenti.

 

Jesus - Gud ella uppreistrarmaður?

Eitt tað besta við hesi bók er, at høvundurin setur sjónarmið hjá ymiskum høvundum upp í móti hvørjum øðrum. T.d. setur hann C.S. Lewis og Marcus Borg upp í móti hvørjum øðrum viðvíkjandi spurninginum um, hvør Jesus var.

 

Bókmentafrøðingurin C.S. Lewis, sum er vorðin heimskendur av Narnia søgunum, hevur sagt, at var Jesus ikki Gud, so var Jesus vitleysur. Kend eru orð C.S. Lewis um tey, sum ikki góðtaka, at Jesus er Gud, men góðtaka hann sum ein stóran moralskan lærara. C.S. Lewis segði um Jesus, at: “tann sum einans vildi vera menniskja og sum segði tað, ið Jesus segði, hevði ikki verið nakar stórur moralskur lærari; hann hevði antin verið ein svakur maður - á sama hátt sum ein maður, ið sigur seg vera eitt bleyttkóka egg - ella ein allarhelvitis devul”. Amerikanski gudfrøðiprofessarin Marcus Borg er ein av mongum serfrøðingum, sum ikki gevur nógv fyri hesar grundgevingarnar hjá bókmentafrøðinginum C.S. Lewis. Marcus Borg sigur soleiðis um grundgevingarnar hjá C.S. Lewis: “Útsøgnin hjá C.S. Lewis byggir á, at hann góðtekur Jóhannesevangeliið sum eina søguliga frágreiðing um tað, ið Jesus segði; at hann segði “Eg eri ljós heimsins”, “Tann, sum hevur sæð meg, hevur sæð faðirin”, “Eg og faðirin eru eitt”. Meginparturin av teimum leiðandi granskarunum í dag vilja siga, at Jesus ongantíð segði nakað tílíkt um seg sjálvan, at hesi sitatini eru íkomin eftir krossfestingina sum vitnisburðir frá tí elstu kirkjuni. Tá man ikki longur trýr uppá, at Jesus segði hesi orð um seg sjálvan, so fara grundgevingarnar hjá C.S. Lewis upp í royk”.

 

Marcus Borg professari við Oregon State University, sum Søren Wibeck fleiri ferðir hevur havt samrøður við, peikar eisini á, at í tí elsta evangeliinum, Markusevangeliinum, er tann kristni tankin um, at Jesus doyði sum eitt offur fyri heimsins syndir, fráverandi. Tað er bara einastaðni í Markusevangeliinum, at hesin tankin kundi sæð út til at verið til staðar. Tað er í Markus 10:45, har Jesus sigur: “Tí at menniskjusonurin er ikki heldur komin fyri at vera tænaður, men fyri at tæna og at geva lív sítt sum loysigjald fyri mong”. Tað grikska orðið “lutron”, sum verður týtt til “loysigjald”, kundi bent á bótoffurtankan, men ger tað heilt sikkurt ikki. Orðið verður í Bíbliuni ikki nýtt í týdninginum loysigjald fyri synd, men í týdninginum: “at seta fríar fangar (ofta krígsfangar) ella trælir (ofta gjaldstrælir)”. Lutron er ein háttur at loysa menniskju úr trældómi. At Jesus gav sítt lív “sum loysigjald fyri mong” merkir, at hann gav sítt lív fyri at fría menniskju úr trældómi.

 

Hetta verður eisini stuðlað av versunum frammanundan, sum eru atfinningar móti tí ráðandi samfelagsskipanini, har leiðararnir ráða yvir sínum tegnum og eru stórir tyrannar (10:42). Tann kristni tankin um, at Jesus doyði sum eitt offur fyri heimsins synd finst sambært Marcus Borg ikki hjá Markus. Sambært Markus doyði Jesus av, at hann bjóðaði tí ráðandi og kúgandi samfelagsskipanini av. “Men soleiðis er ikki hjá tykkum”, sigur Jesus (10:43), og biðir harvið lærusveinar sínar um at gera tað sama sum hann. Har er eingin ábending um, at Jesus doyði fyri heimsins syndir. Markusevangeliið er ein røð av atfinningum móti tí ráðandi samfelagsskipanini, sum jødarnir noyddust av liva undir á Jesusar døgum.

 

Tað var hendan samfelagsskipanin, sum at enda tók lívið av honum.

 

Niðurstøðan hjá Søren Wibeck er, at Jesus var ein Jødi, ið tosaði sum jødi og einans til jødar. Har, sum granskingin av tí søguliga Jesusi endar, har tekur tann mytologiski kristni Jesus við. Kristindómurin varð ikki til fyrr enn eftir páskir.

 

Men tað er ein heilt onnur søga.

 

Søren Wibeck: Jesus - Jøde, Rebel, Gud? Politikens Forlag, Keypmannahavn, 2008.