Joan kappast ímóti sær sjálvari

– Tað kann gott vera einsligt til tíðir. Hetta er jú ein einstaklingaítrótt. Tú mást bara kappast móti tær sjálvari hvørja ferð, og tað er eisini stuttligt, sigur Joan Bláfoss, sum vinnur altjóða triatlonkappingar.

Klokkan er fýra. Tað er seinnapartur ein fríggjadag í maimánað. Havi avtalað við myndamannin at hittast við metroina í Christianshavn. Samrøða skal gerast við Joan Bláfoss, og myndir skulu takast av kvinnuni, sum fleiri ferðir tey bæði síðstu árini hevur verið frammi í fjølmiðlunum, orsaka av sínum frálíku ítróttarúrslitum.

Men klokkan gerst nakrar minuttir yvir fýra, áðrenn ein ljóshærd, summarklødd dama við hondtasku, sólbrillum og einum umberandi smíli kemur gangandi.

– Tit mugu orsaka, sigur hon sum tað fyrsta, men eg møtti einum granna beint sum eg var á veg avstað. Føroyingur, og so skuldi vit bara líka práta, men tit vita hvussu tað er, flennir hon, meðan vit taka lógvatak. Og vit vita akkurát, hvat triatleturin Joan Bláfoss meinar við.

Meðan vit standa og heilsa upp á hvønn annan, tysja fólk framvið okkum. Frá arbeiði heim til húsa, sveittut av sólini, sum hitar danska høvuðsstaðin so mikið, at tað eisini í skugganum er omanfyri 20 stig. Hóast flestu teirra fegnast um frálíka veðrið, so sæst eisini á teimum, at tey hava verið í gjøgnum eina strævna viku og leingjast eftir vikuskiftinum. Sjálv kemur Joan beint frá venjing. Í nakað sum minnir um longdina á trimum fótbóltsdystum, hevur hon í bakandi sól traðka á pedalurnar. Kortini er eingin møði at hóma. Tvørtur ímóti tykist hon vera væl fyri og full av yvirskoti.


Venur tríggjar ferðir dagliga

At venja í hálvan fimta tíma er heldur ikki óvanligt hjá henni. Joan venur hvønn dag, og tilsamans tátta vikuligu venjingartímarnir í 30. Samstundis hevur hon bæði lesna og arbeiði at passa, umframt sjeikin Ragnar Rasmussen og vinfólk.

– Tað krevur, at eg má planleggja og prioritera. Í vár havi eg raðfest venjingina fremst, og valt lesnaðin frá, sigur Joan, sum altso hevur tikið farloyvi frá medisinlesnaðinum.

Arbeiði er ikki eins lætt at velja frá, tí triatlon er ein dýr ítrótt, so Joan arbeiðir bæði sum laborant á Fredriksberg sjúkrahúsi, og sum læknaskrivari og sjúkrasystir á eini klinikk á Vesterbro.

Tað ljóðar kanska av nógvum, og tað er tað fyri so vítt eisini. Ein vanligan gerandisdag arbeiðir Joan fyrrapartin og nakað út á seinnapartin. Eftir arbeiðstíð stendur svimjing á skránni, síðani ein lítlan túr heim, áðrenn Joan rennur ein túr ella setir seg á súkkluna. Raðfylgjan er ikki altíð tann sama, og Joan styrkivenur eisini javnan. Men fast er, at hon altíð venur tvær ella tríggjar ferðir dagliga, og eina vanliga viku rennur og svimur Joan fimm-seks ferðir, súkklar fýra ferðir og styrkivenur tvær-tríggjar ferðir.


Ikki fyrsti altjóða heiðurin

At samskipa allar hesar venjingarnar, og at fáa tær at passa inn í restina av putlispælinum, hevur Joan ein persónligan venjara til. Tað lættir nógv um, umframt at hon eisini hevur bøtt munandi um úrslitini síðani.

– Eg byrjaði at venja í 2002, og tað gjørdi eg í eitt ár til eg fekk ein skaða, sum helt meg úti alt 2003. Í 2004 tók eg venjingina uppaftur, og í 2005 fekk eg persónligan venjara, og tá kom veruliga ferð á.

Síðani hevur tað gingið slag í slag hjá Joan. Bara í 2008 hevur Joan vunnið heiðursmerki í trimum kappingum. Tað fyrsta í februar, tá hon fyri fyrstu ferð luttók í kapping í crossrenning – tað er ein 8 km langur teinur í landslagnum og ikki á vanligari rennibreyt. Og í Danmarksmeistarakappingini í hesari disiplin vann Joan bronsu. Síðst í mars vann hon silvur í Danmarksmeistarakappingini í 10 km landavegsrenning. Vert er at leggja til merkis, at hetta eru beinleiðis rennikappingar, Joan hevur fingið so góð úrslit í, hóast hon er triatletur. Síðst í aprílmánað luttók Joan so í altjóða kapping í síni disiplin. Kappingin var í Lissabon í Portugal, og kappast var í hálvum ironman, har tey svimja 1,9 km, súkkla 90 km og enda við at renna 21 km. Hesa kapping vann Joan við tíðini 4 tímar, 8 minuttir og 24 sekund.

– Og tað er bestemt ikki ætlanin, at hetta skuldi vera fyrsta og seinasta kappingin av hesum slag, ið eg vinni, sigur Joan við einum smíli.


Ironman er stuttligt

Góðu úrslitini heystar Joan av jøvnum og miðvísum arbeiði, sum ikki altíð er eins hugaligt.

– Tað kann gott vera einsligt til tíðir. Hetta er jú ein einstaklingaítrótt. Men eg venji við fleiri øðrum, har vit hava felags upphiting og annars eru saman aftaná venjingina. Annars mást tú bara kappast móti tær sjálvari hvørja ferð, og tað er eisini stuttligt, sigur Joan. Júst hetta við stuttleikanum er avgerandi hjá henni.

– Tað skal vera stuttligt, sigur Joan avgjørd. Kortini ásannar hon, at tað vetrardagar kann vera trupult at síggja tað stuttliga í venjingini í kulda og ringum veðri.

–Tá er tað umráðandi at hava eitt mál fyri framman. Í vetur visti eg hvørjar kappingar, eg skuldi til í vár, og nú eri eg sera fegin um, at eg var so áhaldin, heldur Joan fyri, og samanber tað við at lesa til eksamiu.

– Tað er ikki altíð líka stuttligt at lesa upp á, men tá tú eftir royndina stendur við einum góðum úrslitið, er tað ein deilig kensla. Og tá fegnast tú eisini um, at tú ikki gavst at lesa upp á.

Hóast skilagóðu samanberingina eru tað óiva mong, sum undrandi spyrja seg sjálvi, um tað kann vera stuttligt at svimja smáar tveir, súkkla 90 og renna 21 kilometrar upp á góðar fýra tímar?

– Ja, man kann gott njóta ein hálvan ironman. Tað kann gott vera ein góð kensla at koma úr vatninum og seta seg á súkkluna og merkja, at beinini kennast so góð, at tað kann bera langt. Og so er tað ein heilt serlig kensla, tá at alt er av, staðfestir Joan, sum fyritrekkir at kappast í triatlon, heldur enn bara at kapprenna.

– Tað er eisini stuttligt, men samansetingin við svimjing, súkkling og renning er nakað serstakt, heldur Joan.

Smakkin fyri hesari samanseting fekk Joan, tá hon í 2002 var á ítróttarháskúla í Sønderborg. Áðrenn hon kom higar, hevði hon einamest íðka fimleik og aerobic.


Eysturríki, Belgia og DM fyri framman

Í dag er maimánaður hálvrunnin. Næst á skránni hjá Joan er ein kapping í Eysturríki. Tað verður síðst í mai. Í juni er DM í sprinttriatlon á skránni. Seinni í sama mánað gongur leiðin til Belgia og í august verður kapping um Danmarksmeistaraheitið í hálvum ironman. Hesa kapping brúkar Joan sum eitt slag av upphiting til HM í triathlon á longum teini, sum verður í Almere í Hollandi síðst í august.

– So er ætlanin at taka lesnaðin uppaftur í september, sigur Joan Bláfoss, sum vantar tvey ár til hon er útbúgvin lækni.





Joan um veðrið

Tað er fantastiskt fyri tíðina. Tað verður eisini so nógv hugaligari at venja. Einki er betur enn at venja í slíkum veðrið. Ja, alt verður betri. Tey, eg venji við eru í betri lag, og tað sama eru fólkini á gøtuni. Tá veðrið er sum hetta, so skal tað njótast.


... um kost

Eg plagi at siga við meg sjálva, at tá tú venur so nógv sum eg, og annars fær nóg mikið av sunnum og røttum kosti, so kanst tú gott loyva tær okkurt ósunt viðhvørt.


... um frítíð

Um heysti plagi at taka einar tvær vikur frí frá venjingini. Annars venji eg altíð, og eg eri sjáldan í Føroyum uttan at hava súkkluna og venjingarklæði við. Men tá arbeiði eg altso ikki. Eg eri saman við familju og vinfólkum. Annars var eg í Berlin eitt vikuskifti herfyri, har eg bara hevði renniskógvar við. Tað var eitt sindur undarligt.


... um Føroyar

Har er vakurt. Róligt. Tað er mítt heimland. Annars er veðrið ógvuliga avgerandi fyri, hvat eg hugsi um Føroyar. Er tað grátt og mjørki, kann tað vera keðiligt. Hinvegin er tað fantastiskt, tá veðrið er klárt og gott.



Fakta:

Navn: Joan Bláfoss

Føðingardagur: 11.september 1980

Heimstaður: Tórshavn

Foreldur: Harda og Johannes Bláfoss

Systkin: Rúni Bláfoss



Úrslit:

2008

Nr. 3 DM í crossrenning

Nr. 2 DM í landsvegsrenning

Nr. 1 í ½-Ironman í Lissabon


2007:

Nr. 2 DM-sprint einstaklingur

Nr. 1 DM-sprint lið

Nr. 3 DM-stuttum teini

Nr. 8 70.3 í Antwerpen

Nr. 1 DM lang duathlon

Nr. 6 HM lang duathlon