Jóan Símun verður nú limur í heilt lítlum felag

Álopsspælarin verður í kvøld á landsliðnum fyri 70. ferð

Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har Skotland er mótstøðulið. Hetta er 11. ferðin, at Føroyar og Skotland hittast í fótbóltslandsdysti.

 

Enn er ikki greitt, hvørjir 11 føroyskir spælarar fara at standa rættir á vøllinum, tá ið tjóðsangirnir verða spældir.

 

Jóan Símun Edmundsson verður roknaður at vera millum lyklaspælararnar. Tað er sannlíkt, at hann í kvøld verður millum teir fyrstu ellivu, og talan verður um rundan dag hjá honum á landsliðnum.

 

Jóan Símun Edmundsson verður í kvøld fyri 70. ferð á landsliðnum og harvið limur í heilt eksklusivum felag. Tað eru nevniliga bara tríggir spælarar, sum áður hava rokkið 70 landsdystum. Teir eru Fróði Benjaminsen (95), Óli Johannesen (83) og Jákup Mikkelsen (73).

 

26. juli fylti Jóan Símun 30 ár, og hann var fyrstu ferð á landsliðnum 12. august í 2009 í minniliga heimadystinum ímóti Fraklandi, sum vann 1-0. Tað var mjørki, og fraklendingar lendu ikki fyrrenn eina løtu undan dystarbyrjan. Málið skoraði Andre Pierre Gignac tríggjar minuttir undan steðginum.

 

Landsliðsvenjarin Brian Kerr skifti Jóan Símun Edmundsson, sum tá umboðaði barndómsfelagið B68, inn í 28. minutti. Hann avloysti Christian Lamhauge Holst, sum fór skaddur av vøllinum.

 

Jóan Símun hevur skorað sjey mál á landsliðnum. Tað síðsta skoraði hann fyri trimum árum síðani. Tað var 7. September í 2018, tá ið Føroyar á heimavølli og í Nations League vunnu 3-1 ímóti Malta. Ta ferðina skoraði Jóan Símun til 1-0 í 31. minutti. Hini føroysku málini skoraðu René S. Joensen og Hallur Hansson.