Frælsur ítróttur
Tað er mest frá triathlon, at føroyingar kenna Joan Bláfoss, men hetta kappingarárið hevur hon eisini valt at stilla upp í rennikappingum. Og eitt nú vann hon bronsu í DM í cross-renning fyri stuttum.
Hesa ferð var tað á sløttum, at rennast skuldi, men tað tóktist nú ikki nerva Joan tað heilt stóra.
- Í mun til seinast, so hevði eg hesa ferð eina betra hóming av, hvussu ein tílík kapping fór at vera. Eg var klár yvir, at tað bleiv lagt hart út. Venjarin hjá mær og eg valdu ein nýggjan taktik hesaferð, og tað var, at eg skuldi royna at fylgja við teimum fremstu frá byrjan av, so eg ikki kom at liggja so langt afturi sum seinast, sigur Joan Bláfoss.
- Sjálvt um hon legði hart út, so royndi eg at hanga í, men eftir 2-3 km mátti eg sleppa. Men tá høvdu vit eisini fingið eitt hol niður til tær næstu, sum eg fekk hildið aftanfyri meg allan vegin og kundi renna í mál sum nummar tvey, segði Joan aftaná kappingina.
Tíðin hjá Joan var 35.33, og er hetta væl undir føroyska metinum hjá Bjørk Herup Olsen. Eitt mistak hevði tó við sær, at teinurin, sum runnið varð eftir, var 50 metrar ov stuttur, og tí kann tíðin hjá Joan ikki upptakast sum føroyskt met.
Føroyska Karina Ottosen (KTK86) var eisini við í kappingini og kom í mál sum nummar 20 við tíðini 39.04.