Meðan Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, er í summarferiu, fer varaborgarstjórin, Jóanis Albert Nielsen, at røkja borgarstjórastarvið.
Hetta verður í viku 29 og 30.
- Um almennar uppgávur ella onnur átrokandi mál stinga seg upp í hesum tíðarskeiði, er tað varaborgarstjórin, sum tekur sær av teimum vegna borgarstjóran.
Soleiðis siga tey í Vága kommunu í dag.
- Fyrsta almenna uppgávan hjá virkandi borgarstjóranum verður týsdagin hin 14. juli, tá móttøka verður fyri smáttunum Niðri á Tjørn, sum eru lidnar.
Lagt verður aftrat, at kommunuskrivstovan í Vága kommunu er stongd vegna summarfrí og letur upp aftur mánamorgunin hin 3. august klokkan 10
- Eru átrokandi boð til kommununa, ber til at seta seg í samband við kommunustjóran á telefon 79 44 08, verður sagt í Vága kommunu í dag










