Jóannes Eidesgaard er tann fimti fólkatingsmaðurin, sum er valdur fyri Javnaðarflokkin í Føroyum.
Tað var í fimtiárunum, at Javnaðarflokkurin rættuliga fekk vind í seglini og vann seg fram á tingi. Við løgtingsvalið 1958 fór flokkurin úr fimm tingmonnum upp í átta.
Í 1957 var fólkatingsval, og tá vann Javnaðarflokkurin fyri fyrstu ferð umboð á fólkating, og var tað formaður floksins, Petur Mohr Dam, sum varð valdur.
Tá val aftur var í 1960 var P. M. Dam løgmaður, og stillaði hann tí ikki upp til fólkatingsvalið. Tá var Jóhan Nielsen, prestur valdur fyrstu ferð. Í 1964 stillaðir P. M. Dam aftur upp og varð valdur, men tá hann eftir løgtingsvalið í 1966 aftur gjørdist løgmaður, tók Jóhan Nielsen sæti á fólkatingi, og var hann valdur aftur til øll valini fram til 1979, tá hann ikki stillaði uppaftur. Tá stillaði flokkurin m. a. Jákup Lindenskov, sum tá var landsstýrismaður, upp, og varð hann valdur. Í 1981 var Jákup Lindenskov afturvaldur, men hann fall við fólkatingsvalið 10. januar 1984, tá Óli Breckmann fyri fyrstu ferð varð valdur á fólkating fyri Fólkaflokkin. Her kann nevnast, at Óli Breckmann fekk 10 atkvøður fleiri enn Jógvan Sundstein, ið fólk tá mettu fór at vinna valið.
Í 1987 var aftur fólkatingsval. Tá stillaði Javnaðarflokkurin Atla Dam upp. Hann var tá løgmaður - og hann varð valdur. Jákup Lindenskov tók sæti á fólkatingi, men tá val aftur varð skrivað út árið eftir - 1988, fall javnaðarumboðið.
Í 1990 vann Javnaðarflokkurin aftur stórsigur. Tá varð Atli Dam aftur valdur á fólkating, men skipaði hann um somu tíð samgongu og gjørdist løgmaður. Tískil tók Jákup Lindenskov aftur sæti á fólkatingi, til Atli Dam í 1993 fór frá sum løgmaður og tók sæti á fólkatingi. Við seinasta fólkatingaval, sum var 21. september 1994 fall Atli Dam. Hann hevur sostætt bert hava sæti á fólkatingi í hálvtannað ár.
Við valið fyrradagin varð so Jóannes Eidesgaard valdur sum fimti fólkatingsmaður floksins - tann fjórði úr Suðuroynni - og tann triði av Tvøroyri?