Jóannes Eidesgaard heldur fram sum formaður

Ársaðalfundur var í Reyða Krossi í dag, 22

 

 

Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Korssi saman við børnunum, sum fyrr í ár fingu barnaheiður frá Reyða Krossi

Formaðurin, Jóannes Eidesgaard, og næstformaðurin, Torfinn Højgaard, stóðu fyri vali, umframt tiltakslimirnir Hans Jákup Simonsen og Eyrith Guttesen Leyni. 

Eftir fundin hevur nevndin skipað seg soleiðis:

Jóannes Eidesgaard, formaður

Torfinn Højgaard, næstformaður

Mary-Ann Thomsen, kassameistari

Kristianna Winther Poulsen, nevndarlimur

Súsanna Thomsen, nevndarlimur

Eyrith Guttesen Leyni, tiltakslimur

Hans Jákup Simonsen, tiltakslimur

 

Støðulýsing hjá Reyða Krossi: 

Árið 2021 var merkt av, at Reyði Krossur Føroya var í støðugari menning, bæði í vanliga virkseminum, í nýggjum virksemi og á altjóða pallinum.

Í 2020, tá koronukreppan tók seg upp, sóu vit, at RKF er ein munagóð stuðulseind hjá myndugleikunum, og ein virkin viðspælari, tá uppgávur skulu loysast her á landi. Hóast koronasmittan ikki fylti eins nógv í 2021, sum í 2020, so var virksemið í 2021 merkt av koronu og tilbúgvingin Hjálparnetverkið ímóti koronu var eisini virkin av og á. Eitt nú vóru endurnýtsluhandlarnir noyddir at lata dyrnar aftur, tá serliga nógv smitta var í landinum, umframt at annað vanligt virksemi mátti niðurleggjast. Eisini mátti árliga familjulegan tíverri avlýsast orsakað av serliga høga smittutrýstinum.

Men hóast koronu, er nógv hent í 2021. Nevnast kann millum annað, at fyrstahjálpin hevur verið í støðugari menning, har inntøkan er meir enn tvífaldað og nýggj fyrstuhjálparbók er týdd til føroyskt og givin út. Á vári 2021 var sjóneyka sett á einsemi, tá skipað varð fyri seks tiltøkum við heitinum “Saman basa vit einsemi” kring landið. Gongd varð sett á nýggja sosiala tænastu, “Familjuvinir”, ið er ætlað tilflytarum í Føroyum. Fleiri nýggjar kommunur eru lagdar afturat Vitjanartænastuni. Skipað varð fyri tiltakinum “Opið hús” í endurnýtsluni í Stiðjagøtu, og endurnýtsluhandilin í Vági fylti 10 ár. Samarittarnir vóru endiliga aftur til nøkur tiltøk og luttóku í venjing við Norðoyar Bjargingarfelag. Seinasta hond var løgd á Váða- og Førleikametingina fyri Føroyar, sum var løgd fram og givin út í bóklingi. Og fyri aðru ferð, varð Landsinnsavningin skipað sum ein beinleiðis sjónvarpssending, og sigast má, at innsavningin eydnaðist framúr væl við einum úrsliti á heilar kr. 3,4 mió.

Av altjóða hjálpararbeiði kann nevnast, at í november 2021 var eitt nýtt altjóða starvsfólk frá RKF útsent til Malavi at arbeiða við hjálpararbeiði innan veðurlagstøkni. Eisini læt RKF áleið kr. 5 mió. til altjóða humaniterar verkætlanir í sjey ymsum londum í 2021. Harímillum fóru kr. 1,5 mió. til hjálparátøk í Afghanistan, har størsta humanitera kreppan í heiminum leikaði á. Tað vóru millum annað ræðuleikarnir í Afghanistan, sum gjørdu, at RKF fór undir at fyrireika tilbúgvingina, Flóttahjálpin, sum skuldi vera klár at hjálpa, tá ella um flóttafólk koma til Føroya.

Og hóast flóttafólk úr Afghanistan ikki komu hendan vegin, má sigast, at fyrireikingararbeiðið í 2021 kom væl við.

Samanumtikið hevur árið 2021 verið eitt sera virkið ár, har vanliga virksemið hevur verið í framgongd og nýtt virksemi er byrjað. Tørvurin á hjálpartænastum hjá Reyða Krossi, bæði í Føroyum og kring heimin, sær ikki út til at minka, og tað ber til at staðfesta, at við miðvísum arbeiði kunnu sjálvboðin, samstarvsfelagar og stuðlar gera stóran mun, bæði úti og heima.

Reyði Krossur takkar øllum hjartaliga fyri trúgva stuðulin í 2021.

 

Ársfrágreiðingin fyri 2021 kann lesast her: redcross.fo/.../05/Arsfragreiding-2021-endalig.pdf

  

 

Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Korssi saman við børnunum, sum fyrr í ár fingu barnaheiður frá Reyða Krossi