Jóansøkurenningin ?98

Renningin á jóansøku er ein av grand-prixkappingunum hjá sersambandinum, og er samstundis liðkapping

Leygardagin verður Jóansøkurenningin í Vági, og luttaka kunnu børn 8-12 ár og vaksin 13 ár og uppeftir. Børnini renna 1,5 km meðan tey vaksnu renna fimm km.

Renningin er ein av grand-prixrenningunum hjá sersambandinum og er samstundis liðkapping millum tey trý frælsítróttarfeløgini í Føroyum.

Startur verður við Pakkhúsið hjá Karl Olsen og runnið verður út eftir kaiini og niðan brekkuna til skúlan, síðan vestureftir til minnisvarðan og oman aftur til pakkhúsið, har startur er. Børn renna tvey umfør, meðan tey vaksnu renna sjey umfør.

Byrjað verður klokkan 13.15 og tilmelding fer fram uttan fyri pakkhúsið kl 12.15 - 13.00. Luttøkugjald fyri børn 20 kr og fyri vaksin 30 krónur.

Suðuroyar Sparikassi letur steyp til teir fýra vinnarar og heiðursmerki til nr. 2 og 3 í teimum fýra bólkunum.