Jørgen spyr um ICES málið fær avleiðingar

Jørgen Niclasen spyr nú, um Jóhan Christiansen ætlar at taka avleiðingar av »fjaldu upplýsingum um ICES-tilmalið«.

Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, spyr í munnligum fyrispurningi í Løgtinginum í dag Jóhan Christiansen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, um hann ætlar at taka avleiðingarnar av »fjaldu upplýsingunum um ICES-tilmæli um makrel- og svartkjaftaveiðuna«.

 

Tað ger hann í einum munnligum fyrispurningi, sum er spurningur nummar 15 á skránni í Løgtinginum í dag.

 

Tingfundurin byrjaði klokkan 11, har einasta mál á skánni er munnligir fyrispurningar. Inn eru komnir 23 munnligir fyrispurningar

 

Fyrispurningurin hjá Jørgen Niclasen er soljóðandi:

 

1. Ætlar landsstýrismaðurin sum ovasta fyrisitingarliga leiðslan í Fiskimálaráðnum sjálvur at taka avleiðingarnar av fjaldu upplýsingunum um ICES-tilmælið um makrel- og svartkjaftaveiðuna?

 

2. Um nei, kann væntast, at fjaldu upplýsingarnar fáa avleiðingar fyri onnur?

 

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Jørgen Niclasen á, at sambært fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fyri Løgtingið 30. september, varð tað ikki tikið við, at tað verður ein stórur niðurskurður í makrel- og svartkjaftaveiðuni komandi ár sum lýst í tilmæli frá ICES.

 

– Landsstýrið, og eisini landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, segði seg einki vita um tilmælið. Tingmaður, sum segði seg vita, at vitanin var til staðar, varð av fleiri skuldsettur fyri at siga ósatt.

 

– Men við einum almennum innliti kom fram, at í Fiskimálaráðnum lá eitt bræv frá 19. september um, at ICES-tilmælið verður ein stórur niðurskurður, t.v.s., at vitanin var har, men er ikki tikin við í fíggjarlógaruppskotið, og eru upplýsingar harvið fjaldar fyri Løgtinginum.

 

Jørgen Niclasen vísir á, at landsstýrismaðurin síðani sigur, at hann hevði ikki sæð brævið.

 

– Løgmaður gevur honum eitt nevs fyri fjaldu upplýsingarnar.

 

– Staðfest er, at upplýsingarnar vóru har, men onkur hevur fjalt tær. Tí kann av røttum spyrjast um tað fær avleiðingar, sigur Jørgen Niclasen í viðmerking til fyrispurningin, sum verður svaraður í Løgtinginum seinni í dag.