Liðið hjá Paula og Pæturi er triðfremst

Team Sydhavsøerne vann á heimavølli

Pauli Mittún, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne spældu í kvøld dyst á heimavølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í SPAR NORD Boxen høllini í Nykøbing Falster vunnu suðuroyggjamenn 36-33 á KIF Kolding. Í steðginum var støðan javnleikur 18-18.

 

Pauli skoraði fimm mál, og Pætur skoraði eitt mál fyri heimaliðið.

 

Team Sydhavsøerne er triðfremst í deildini við 12 stigum. Fremst eru Skive og Aarhus við 14 stigum hvør.

 

Leygardagin 8. november spælir Team Sydhavsøerne dyst á útivølli móti Give.