U19-liðið hjá Víkingi hevði ein harðan og torføran dyst í Youth League á Tórsvølli í kvøld.
Belgiska liðið, Genk vísti onga náði, og longu aftaná 36 minuttirs spæl var Genk á odda 5-0. Belgiska liðið økti við trimum málum í seinna hálvleiki.
Tað var klassamunur, har belgiska liðið sum hevði bóltin 74 prosent av tíðini vísti fótbóltsspæla á høgum støði.
Hagtølini, royndir á málið hjá mótstøðuliðnum vístu 10-1 til Genk.
Hósdagin 4. november spælir Víkingur returdystin niðri í Belgia, har málsetningurin verður at binda fyri.