Nú havi eg onkantíð skilt, hví fluttningsskipini góvust at sigla til tær ymisku útfluttningshavnirnar Klaksvík, Runavík, Vág/Tvøroyri og Fuglafjørð. Havi onkrastaðni lisið, at tað skuldi vera havnaumstøðurnar.
Er tað so, at tað eru havnirnar sum eru ov trongar, ov grunnar ella hava ov lítið kontainaraplás , hví ikki heldur lata landið hjálpa til við 1-2-300 milliónum til at dagføra hesar havnirnar, og gloyma alt um fluttning gjøgnum ein Eysturoyartunnil. Er tað havnagjøldini sum eisini tyngja, eru tey ikki meira heilag enn so, at tey kunnu broytast (dagførast rætta vegin).Tað er væl saktans sparingar fyri vinnulívið, sum hugsað verður um, og ikki um eg sleppi ein hálvan tíma skjótari til Havnar ella ikki.
Fóru skipini aftur at sigla til hesar havnir, varð talan um sparingar sum munaðu nakað.
Hvørjar?
./. Spara fleiri hundrað milliónir í luksusíløgum (tunnli/um)
./. Nógv økt virksemi í teim ymsu havnunum.
./. Stórar sparingar í vegakervinum,( minni slit).
./. Oljusparing (Koyring í mun til sigling)
./. Stórar sparingar fyri útfluttningfyritøkurnar.
./. Øktar inntøkur fyri havnirnar/kommununar.
Tað einasta, sum mær kemur til hugs, sum kann vera eitt minus í hesum sambandi, tað er, at tað tekur longri tíð at lasta aftur (siglingstíðin). Veit satt at siga ikki, um hon er so avgerandi, sum hon verður gjørd til. (Logistikkurin).
Jógvan E.