Tað verður gitt og tippa um nógv – eisini X Factor kappingina í Danmark.
Veddingafyritøkurnar hava ásett odds á møguleikarnar hjá teimum ymsu luttakarunum at vinna kappingina.
Fimm tær størstu veddingafyritøkurnar eru samdar um, at 15 ára gamla Emilie er favorittur at vinna X Factor í ár.
Í hølunum á henni er Baraa, sum eisini er ein av teimum ungu í kappingini.
Síðani koma Tannaz og Sophie í røðini, og beint áðrenn bólkarnar liggur Jógvan Joensen.
Veddingafyritøkurnar rokna tó ikki við, at Jógvan Joensen verður sendur úr kappingini nú fríggjakvøldið.