Johan Dahl fær onga løn

Frákoyrdi landsstýrismaðurin fær hvørki ting- ella landsstýrismannaløn hesar tríggjar vikurnar, honum untist í Fiskimálaráðnum

Á sama hátt sum løgtingsmenn, so verða landsstýrismenn ikki løntir fyrr enn tann fyrsta í mánaðinum eftir, at teir eru tilnevndir. Tískil verður fyrsta lønin hjá Jóannes Eidesgaard og hansara landsstýrismonnum lønin fyri marsmánað, sum verður útgoldin seinast í hesum mánaðinum.
Men av tí, at Johan Dahl ikki telist millum landsstýrismenninar longur, nú 1. mars nærkast, so fær hann als onga løn. Hann hevur verið landsstýrismaður í 20 dagar, og tað fær hann onga løn fyri.
Landsstýrismaður kann ikki hava onnur størv, tí má tingmaður, tá hann verður tilnevndur landsstýrismaður, sigur tingsessin frá sær. Tað gjørdi Johan Dahl, eins og allir hinir, og tí fær hann heldur onga tingmannaløn hesar tríggjar vikurnar.
Hóast Johan Dahl hevur verið mest umrøddi politikkarin í Føroyum seinastu vikurnar, so fær hann hvørki løn úr løgtinginum ella landsstýrinum fyri tað, so februarmánaður hevur hvørki politiskt ella fíggjarliga hepnast Johan Dahl væl.
Men nú hann ikki er landsstýrismaður meira, so fær hann bíðipengar í tríggjar mánaðir ? tríggjar mánaðarlønir sum landsstýrismaður. Landsstýrismannalønin er 41.966 krónur umframt eitt skattaafrítt ískoyti upp á 2.000 krónur um mánaðin.
Nýggi landsstýrismaður, Bjørn Kalsø, sum verður tilnevndur í dag, fær hinvegin longu løn hesa vikuna ? lønina fyri mars mánað.

::::MYNDATEKSTUR:::::
Johan Dahl fær onga løn fyri tær tríggjar vikurnar, honum untist í Fiskimálaráðnum